Stongdar leiðir latnar upp við kravi um skiljirist

- Samstundis, sum nakrar stongdar leiðir verða latnar upp, verður krav sett um brúk av skiljirist í sambandi við allan fiskiskap við botntroli í føroyskum sjógvi, verður sagt í Fiskimálaráðnum.

 

Frá 1. september 2021 at rokna eru nakrar stongdar leiðir latnar upp aftur fyri trolfiskiskapi, um trolið, sum skipini brúka, hevur skiljirist. Talan er um tvær stongdar leiðir, øki T og U og partar av leiðunum, øki D og F. Í Fiskimálaráðnum vísa tey á, at hetta eru leiðir, har smáur upsi er. Á viðheftu tekning hjá Fiskimálaráðnum eru leiðirnar, sum verða latnar upp, litaðar myrkagrønar.

 

- Leiðirnar verða bert latnar upp fyri fiskiskapi við botntroli, sum hevur innsetta skiljirist samsvarandi serligari kunngerð um skiljirist í sambandi við fiskiskap við botntroli í føroyskum sjógvi. Endamálið við skiljiristini er at skilja ungfiskin frá, so bert tann størri fiskurin kemur aftur í trolposan. Kunngerðin er generelt orðað, men hugsað verður serliga um trolfiskiskapin eftir upsa, toski og hýsu.

 

Fiskimálaráðið sigur á sínari heimasíðu, at samstundis sum nakrar stongdar leiðir verða latnar upp, verður krav sett um brúk av skiljirist í sambandi við allan fiskiskap við botntroli í føroyskum sjógvi. Skiljiristin skal sostatt ikki bert brúkast á teimum leiðum, sum fyrr hava verið stongdar. Skiljiristin skal harafturímóti sum útgangsstøði brúkast í øllum fiskiskapi við botntroli í føroyskum sjógvi, tó við nøkrum undantøkum.

 

- Í aðrari kunngerð eru serligar ásetingar um trolfiskiskap eftir blálongu, langasporli, stinglaksi, kongafiski og flatfiski. Fiskiskapurin eftir teimum fiskasløgunum er fevndur av tí kunngerðini og kemur tí ikki undir reglurnar um skiljirist. Kunngerðin fevnir heldur ikki um beinleiðis veiðu eftir gulllaksi, eins og at bólkur 4 T eisini er undantikin kunngerðini. Tey, sum eru fevnd av undantøkunum í kunngerðini, sleppa ikki inn á tær leiðir, sum nú verða latnar upp.

 

Lagt verður aftrat, at broytingar haraftrat verða gjørdar viðvíkjandi kassa B. Kassi B hevur síðan 1994 verið friðaður fyri at verja gýtingarkalvan. Kassi B verður broyttur, so trolfriðaða leiðin verður víðkað nakað og flutt longur norður. Tíðarskeiðið verður frá 1. desember til 1. mars, heldur enn frá 20. januar til 1. mars, tí longu í desember er kalvin komin til gýtingar, sí tekning niðanfyri, har broytta leið B er litað við ljósagrønum.

 

##med2##

 

 

Leiðirnar, sum verða latnar upp, eru litaðar myrkagrønar - og broytta leið B er litað við ljósagrønum.