Stór føroysk útisetastevna í Keypmannahavn í dag

Í dag koma føroyingar saman til Atlantic Airways Regatta 2023 í Ishøj havn í 22 hitastigum.

Í dag, leygardagin 10. juni, er føroysk útisetastevna í danska høvðusstaðnum.

 

Føroyskur matur og heilstoktur súggrísur við sjógarmálan og stuttlig spøl eru á skránni saman við felagssangi við gittara og harmoniku, linedansi, heimabakað, barr, Champions Leauge finala og dansur.

 

Heitið er Atlantic Airways Regatta 2023 við dupultum fyriskiparum - Róðrarfelagið Knørrur úr Hvidovre frá 2002 og Róðrarfelagið Neystið í Íshøj frá 1987, har tiltakið verður.

 

Minst fýra føroyskar útisetamannningar tjóstartaðu tíðliga í morgun eftir ætlan frá Refshaleøen og rógva saman í gjøgnum Keypmannahavns havn í 24 km.

 

Hendan maritima konvoy telur seks føroysk seksmannafør og motorbátur - tey koma til Neystið í Ishøj havn klokkan 16 í dag - ETA: Estimated Time of Approach - tá skipað verður fyri ymiskum undirhaldi í Neystinum og á terrassuni, har tey lova 22 hitastig í skugganum og sól.

 

Klokkan 14 byrjar hugnaløtan við sølu av føroyskum viðskera á breyð og heilstokt grísasúgv, grillpylsur við tilbehoyr tá ymisk stuttlig spøl og kappingar vera á skránni umframt tónleikur, heimabakað og kalt at drekka á hugnaligu terrassuni hjá Neystinum í Ishøj havn á Tankloppen 6.

 

Ókeypis atgongd og øll eru vælkomin.

 

Linedansur er á skránni við instruktørum og rungandi felagssangur við gittara og harmoniku saman við lutasegðlum við góðum vinningum.

 

Klokkan 21 møtast fótbóltsspælarnir á ovastu hill - Inter Milan og Manchester City tørna saman á stórskíggja í Champions Leauge finalu beinleiðis úr Istanbul saman við barr og dansi um kvøldið. S-tokið koyrir alt døgnið.

 

Kelda: Edmund S. Jacobsen. 

 

Sí meira á: https://www.facebook.com/events/3395176977397710

 

##med2##

 

##med3##