Stór verkætlan í Havn verður nógv dýrari enn ætlað

Langhylurin, sum nú verður bygdur í Havn, skuldi kostað 211 milliónir, men hann verður nógv dýrari, tí neyðugt er við fleiri broytingum, sigur borgarstjórin  

Langhylurin, sum nú verður bygdur í Havn, verður nógv dýrari enn ætlað. Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Hann sigur, at tað verður neyðugt at gera fleiri broytingar, umframt at tað manglar so nógv, so ístaðin fyri at kosta 211milliónir, sum ætlað, fer hann at kosta minst 250 milliónir, ella kanska enn meiri enn tað.

 

Í gjár skrivaði fyrrverandi borgarstjórin, Annika Olsen, at arbeiðið er steðgað, men tað avsannar Heðin Mortensen. Hann sigur kortini, at í samráð við J&K Petersen, sum ger arbeiðið, varð arbeiðið lagt stilt í tríggjar vikur, men nú er tað upp afturtikið.

 

Borgarstjórin sigur, at tað manglar so nógv í verkætlanini, at tað var neyðugt at steðga á. Hann sigur, at í nýggja langhylinum eru eingi skiftirúm og ongar brúsur, tí ætlanin var, at tað skuldi vera felags við verandi svimjihøll. Men avleiðingin av tí hevði verið, at hvørja ferð kapping var í langhylinum, hevði almenningurin heldur ikki sloppið at svomið. Tað vil býráðið nú hava broytt, so at talan er um tvær sjálvstøðugar hallir og tískil skal langhylurin hava síni egnu skiftirúm og sínar egnu brúsur.

 

Í Langhylinum eru heldur ikki umstøður til rørslutarnað, og har eru heldur einki parkeringspláss – hóast tað stendur í byggiloyvinum, at har skulu vera 42 parkeringspláss.

 

Heðin Mortensen sigur, at takið á langhylinum er eisini eitt stórt ivamál. Takið er slætt og eftir ætlan skuldi tað gerast upp á sama máta, sum takið á Eysturskúlanum, Listaskúlanum, og takið á øðrum bygningum, har stórir trupulleikar eru við lekum og har tað hevur kostað milliónir at umvæla. Hinvegin hevur takið á verandi svimjihøll staðið í yvir 40 ár, og har er ikki ein dropið komin inn.

 

– Tað er ein stórur mangul-listi, sum fer at gera langhylin nógv dýrari enn ætlað. Í fyrstuni skuldi hann kosta slakar 150 milliónir, men so kom kostnaðarmetingin upp á 211 milliónir. Men tá ið tað er gjørt afturat, sum skal gerast, verður prísurin minst 250 milliónir, ella helst hægri enn tað, sigur borgartjórin.

 

 

 

Halda fram at byggja

 

Hann sigur, at nú hevur mentanarnevndin hjá býráðnum samtykt at seta 800.000 krónur av til at kanna, hvussu umrøddu ábøtur kunnu gerast, og hvussu langhylurin kann lagast til. Hann sigur, at tað verður gjørt, samstundis sum at arbeiðið heldur fram, tí enn er tað komið so stutt, at væntandi letur tað seg gera at gera broytingarnar, samstundis sum bygt verður.

 

Hann heldur, at alt hetta er ein avleiðing av, at langhylurin varð skundaður ígjøgnum býráðið tveir dagar fyri seinasta býráðsval og fleiri viðmerkingar hevur hann ikki til tað. Tað var annars eitt einmælt býráð, sum tók undir við ætlanini. Men sigur borgarstjórin, at býráðið vil hava eina fullfíggjaða verkætlan og tí verða broytingarnar gjørdar. Hann sigur, at hetta fer ikki at nerva aðrar ætlanir hjá kommununi, tí tað verður ikki fyrrenn í 2023 ella 2024, at hetta fellur til gjaldingar.