Stórar verkætlanir skulu avhendast í Fuglafirði

1. og 2. hædd í nýggja ítróttarhúsinum í Fuglafirði verða nú handaðar kommununi, tá skipað verður fyri eini hugnaløtu seinnapartin fyri arbeiðsfólkinum.

 

Stovuhæddin varð tikin í nýtslu í fjør summar, og nú skulu 1. og 2. hædd avhendast.

Tað eru stórar verkætlanir í gongd í Fuglafjarðar kommunu í løtuni. Her verður bygdur nýggjur barnaskúli, eldrasambýlið Vesturstova verður útbygd og umbygd, og nýtt ítróttarhús er bygt. 

- Barnaskúlin verður avhendaður seinni í ár, men tær báðar síðstnevndu verkætlaninar verða avhendaðar í hesum døgum. Hin fyrra avhending av Vesturstovu var hin 1. juli. Tann næsta, sum er kjallarahæddin, verður avhendað seinni í summar. 

Í Fuglafjarðar kommunu siga tey, at avhending av 1. og 2. hædd í ítróttarhúsinum verður seinnapartin í morgin, mikudagin hin 7. juli, tá hugnaløta verður fyri arbeiðsfólkunum. 

Stovuhæddin í ítróttarhúsinum varð tikin í nýtslu í fjør summar.

 

##med2##

 

Út-og umbyggingin av Vesturstovu, sum byrjaði í 2018, fevnir í fyrsta lagi um jørð- og kloakkarbeiði. 1. byggistig fevnir um fýra rúm, og 2. byggistig fevnir um kjallaran, altan og el-arbeiði. 

 

Ein bygningur er bygdur oman úr Vesturstovu. Hetta eru tvær nýggjar stovur. Í kjallaranum er havastova. Í erva verður ein hugnalig stova, nevnd “útistova” - við sera góðum útsýni í fleiri ættir, og ein stórur svali er eisini bygdur út frá útistovuni.

 

Á eystursíðuni á Vesturstovu er bygt uppí í tveimum hæddum. Í erva verða fýra búrúm við egnum vesi/ bað og ein sjónvarpsstova. Í gamla partinum er nýtt starvsfólkarúm, nýggj skrivstova og eitt lítið nýtt umlættingarrúm við vesi/ baði.

 

Í Kjallaranum á Vesturstovu eru tvey nýggj búrúm við vesi/ bað, skolirúm/ goymsla/ reingerð og tøknirúm/ rúm til húsavørð og veitsluhøli. Veitsluhølið kann brúkast til samkomur, veitslur og annað, og her er pláss fyri 40 fólkum til borðs.

 

##med3##

 

Tekniska deild hjá Fuglafjarðar kommunu hevur staðið fyri ráðgeving, projektering og eftirliti í sambandi við út- og umbygging av Vesturstovu. Talan er um høvuðsarbeiðstøku frá TN Bygging. Undirveitarar hava verið Zacharias Leitistein við vatni, hita og saniteti.

 

Signar á Fríðufløtum hevur havt málaraarbeiði um hendi, og Jim Sonni Guttesen hevur havt gólváleggingina. Aðrir arbeiðstakarar hava verið Elcon, sum hevur gjørt el-arbeiðið og JHR Entreprenørar, sum gjørdu jørð- og kloakkarbeiði. 

 

Í Fuglafjarðar kommunu leggja tey aftrat, at út-og umbyggingin av Vesturstovu kostar umleið 13,1 miljónir krónur.

 

##med4##

 


 

 

Stovuhæddin varð tikin í nýtslu í fjør summar, og nú skulu 1. og 2. hædd avhendast.

Út-og umbyggingin av Vesturstovu kostar umleið 13,1 miljónir krónur.

Á eystursíðuni á Vesturstovu er bygt uppí í tveimum hæddum.