Stórfeløg jagstra Jordan Henderson

Liverpool liðskiparin, Jordan Henderson, sigst at vera ósamdur við felagið í samráðingunum um nýggjan sáttmála

 

 

Liverpool liðskiparin, Jordan Henderson, sigst at vera ósamdur við felagið í samráðingunum um nýggjan sáttmála.

 

 

 

Trúfasti stríðsmaðurin hevur tvey ár eftir av núverandi sáttmála sínum, men eftir at samráðingar áðrenn EM undankappingina ikki góvu úrslit, er vorðið óvist um samráðingarnar verða tiknar upp aftur.

 

Sambært bretska miðlinum ,Daily Mail, eru fleiri lið áhugaði í enska miðvallaranum. Talan er serliga um tvey stórfeløg, PSG og Atletico Madrid, ið gjarna vilja ogna sær roynda spælaran.

 

 

 

Liverpool keyptu Henderson frá Sunderland fyri góðar 170.mió krónur í 2011, og hevur hann higartil leikt  392 dystir fyri felagið, skorað 30 mál og fingið 51 upplegg. Hann vann Champions League við felagnum í 2019 og leiddi teir til enska meistaraheitið í 2020.