Stóri áleyparin er aftur í Milano

Premier Leage: Romelu Lukaku er aftur í Inter Milan eftir eitt av dýrastu floppunum í søguni

Mynd: (Scanpix)

29 ára gamli Romelu Lukaku er í dag í itlaska býnum Milano, har hann hevur verður útleigaður til Inter Milan í eitt ár, eftir at Cheslea í fjør keypti hann fyri ikki minni enn 850 milliónir krónur frá júst Inter Milan.

 

Hann hevur meginpartin av árinum í Chelsea, verið settur í samband við eitt skifti aftur til Inter Milan, har hann vann Seriu A undir leiðslu av Antonio Conte. Søgurnar í bretsku miðlunum er, at Romelu Lukaku var ónøgdur við venjaran, Thomas Tuchel, og fleiri onnur viðurskifti.

 

Tað bleiv bara til átta mál í 26 dystum í farna kappingarári fyri Chelsea. Til samanberingar skoraði hann 64 mál í 95 dystum fyri Inter Milan.

 

Søgan hjá belgiska áleyparanum er lang. Hann skifti frá Anderlecht í heimlandinum til júst Chelsea í 2011. Í tveium førum bleiv hann útleigaður við góðum úrslitum í WBA og Everton, men ikki nokk til at vinna sær pláss á besta liðnum hjá Chelsea. Tí endaði hann í Everton, har hann upp á trý ár skoraði 71 mál.

 

Í 2017 kom stóra skiftið til Manchester United, men tað spældi ikki so væl av, sum partarnar ætlaðu. Áleyparin skifti í 2019 til Inter Milan, har hann fall væl til og vann italska meistaraheitið. Aftur kom Chelsea eftir honum og keypti hann fyri 850 milliónir krónur.

 

Hetta kappingarárið er 29 ára gamli áleyparin mest umrøddur, fyri at siga í eini samrøðu, at hann ynskir at sleppa aftur til Inter Milan. Tað er ynskið er nú uppfylt. Tað kostar Inter Milan um 60 milliónir krónur at leiga belgiska áleyparan, umframt at Romelu Lukaku má nakað niður í løn.

 

Romelu Lukaku er ein av fleiri áleyparum, ið hava havt torført við at bera troyggju nummar 9 hjá Chelsea. Undan honum kunnu nevnast Fernando Torres, Alvaro Morata, Radamel Falcao, Franco Di Santo og Gonzalo Higuain.

 

Mynd: (Scanpix)