Stóripinnur gekk sum í siropi

Føroyski venjarin hevði lúrt fraklendingar av, og hann er imponeraður av, hvussu raskir hansara menn vóru at halda fokus

Sámal Erik Hentze er fegin venjari, og hann er imponeraður av ungu spælarunum, sum megnaðu 1-1 og væl og virðiliga hóraðu undan franska trýstinum á ovara vølli í Gundadali í kvøld.

 

-Eg sá fraklendingar vinna 3-0 ímóti Montenegro. Tá legði eg til merkis, at teir ikki brúktu síðurnar, og at teir bara spældu fram eftir miðásinum. Tað gav mær hugskotið, at vit skuldu tippa miðjuna og bjóða teimum at liggja innfyri. Teir løgdu innfyri, men vit vóru væl skipaðir, og vit góvu ikki nógvar stórar møguleikar, sigur Sámal Erik Hentze.

 

Føroyar taptu fyri fáum døgum síðani 2-0 í Armenia, og í kvøld endaði tað 1-1 ímóti Fraklandi. Tað er eitt øgiligt lop, og landsliðsvenjarin greiðir frá um henda veruleika:

 

-Í Armenia høvdu vit bara eina venjing undan dystinum. Tað var alt ov lítið, tá ið havt verður í huga, at vit høvdu fleiri nýggjar spælarar á liðnum. Í steðginum rættaðu vit upp á tað, og vit vóru kanska 50 prosent betur í seinna hálvleiki, enn vit vóru í fyrra hálvleiki, sigur Sámal Erik Hentze, og hann heldur fram:

 

-Kanska var tað heppið fyri okkum, at teir skoraðu so tíðliga í kvøld, tí møguliga kendu teir longu eftir átta minuttir, at spurningurin var bara, hvussu stórur sigurin fór at verða. Eg haldi eisini, at eftir, hvussu tað plagar at vera, so skoraðu vit ov tíðliga. Tað vór 35 minuttir eftir hjá fraklendingum at venda aftur, men tað megnaðu teir ikki, og tað eiga spælararnir alt rós fyri. At enda kendist tað sum um, at klokkan stóð í siropi, so seint kendist hon at ganga, sigur væl nøgdi Sámal Erik Hentze, U-21 landsliðsvenjari, sum eisini rósar øllum sínum monnum:

 

-Talan er um fínt lið av venjarum, og Atli Gregersen, hjálparvenjari, Rúni Klein Joensen, málmansvenjari, Elmar Ósá, lækni, og øll hini eiga sín part í hesum framúr úrslitinum, sigur Sámal Erik Hentze.