Stóri spurningurin er málverjarnir

Møguleiki er fyri, at tað bæði í NSÍ og B36 verður annar málverji millum stólparnar, enn tað var í hálvfinaluni

Tað plagdi at vera gamalt, at tað var eingin orsøk at broyta liðið, sum hevði vunnið.

 

Klokkan 16 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli millum NSÍ og B36, sum mánakvøldið vunnu seg í steypafinaluna.

 

Hjá NSÍ eru allir spælararnir tøkir uttan verjuveteranurin Jóhan Troest Davidsen, ið orsakað av skaða ikki hevur verið við nógvu tær seinastu ferðirnar.

 

Hjá B36 er ivasamt, hvussu tað verður við liðformanninum Andrias H. Eriksen, ið er darvaður av skaða og ikki var við mánakvøldið ímóti Víkingi, tá ið Bjarni Petersen var bæði liðformaður og sannur brandur í miðverjini. Eli F. Nielsen er farin at venja aftur, eftir at hann alt hetta kappingarárið hevur drigist við slitið krossband, men hann fer neyvan at eiga stórvegis leiklut á vøllinum í dag.

 

Mánakvøldið vardi málmansvenjarin Hans Jørgensen B36 málið. Orsøkin var tann, at Mattias H. Lamhauge, sum hevur verið so stinnur í ár, at hann er partur av landsliðshópinum, var skaddur. Tað var, tá ið teir vandu brotsspørk, at Mattias var óheppin og so skaddur í knænum, at hann ikki var førur fyri at spæla mánakvøldið. Spurningur er nú, um hann verður førur fyri at spæla í dag.

 

Spurningurin er eisini, um NSÍ fer at skifta málverja. Karstin Hansen vardi málið mánakvøldið, og hann hevur vart málið síðani í juni, tá ið Tórður Thomsen var skaddur og longu eftir 10 minuttir noyddist út í landsdysti á heimavølli ímóti Liktinstein.

 

Mánakvøldið varð Tórður Thomsen skiftur inn í síðsta minutti í longdu leiktíðini ímóti HB, og hann átti avgerandi leiklut í brotssparkskappingini. Spurningurin er nú, um NSÍ venjarin Bill Jacobsen aftur fer at velja Karstin Hansen at verja málið, ella um Tórður Thomsen eftir framúr avrikið í brotssparkskappingini fer at fáa møguleikan frá fyrsta bríksli í dag.