Stormur elvt til fleiri skaðar

Løgreglan sigur, at fráboðanir eru um skaðar úr øllum landinum

 

 

Tað var rættiliga nógvur vindur í gjár og í nátt og løgreglan sigur, at tey hava fingið heilt nógvar fráboðanir um vindskaðar. Fráboðanirnar eru úr øllum landinum. Løgreglan sigur, at tær fyrstu fráboðanirnar komu longu á miðdegi í gjár. Tær komu úr Suðuroy, men sum dagurin leið, fóru tey eisini at ringja longur norðuri á landi og í gjárkvøldið høvdu tey fráboðanir úr øllum landinum. Løgreglan sigur, at talan er um smærri skaðar. Í nóvum førum er talan um byggitilfar, sum er tikið av vindi og onkrir byggipallar eru eisini farnir. Í nøkrum førum hava kampingvognar eisini verið í vanda fyri at verða tiknir av vindi.

 

Løgreglan sigur, at tað ringa veðrið eggjaði ikki fólki til at fara í býin, so tað hevur verið friðarligt í nátt. Tey hava tikið tveir bilførarar fyri at koyra við kenning, men annars hevur ikki verið nevnivert hjá teimum at gjørt.

 

Enn er nógvur vindur fleiri staðni kring landið. Á Fámjinsvegnum er hann næstan 40 metrar um sekundið og á Norðradalsskarði, á Sandavágshálsi, í Kambsdali og á Oyndafjarðarvegnum liggur hann úr 28 metrar um sekundið, upp í 33 metrar um sekundið. Men tað verður skiftandi veður.  Nú minkar hann vindin skjótt, men út á dagin veksur hann nakað aftur, áðrenn hann so minkar aftur eftir midnátt.