Tað vóru tvær rættiliga ungar manningar, sum umboðaðu B36 og HB í 2. deildardystinum í Gundadali leygardagin. Á B36-liðnum var liðskiparin Jákup Mørk elsti maður, hóast hann einans er 25 ár. Hinir leikararnir hjá B36 vóru allir um tey 20 og yngri. HB hevði tveir veteranar á liðnum, nevnliga Hartvig Joensen í álopinum, og so stóð fyrrverandi landsliðsverjuleikarin Andreas F. Hansen í málinum. Ein uppgáva, sum hann kom stak væl frá.
B36 byrjaði best
Tað var B36, sum byrjaði best. Spælið fleyt væl hjá teimum svørt/hvítu, men tað tyktist, sum um tað ofta manglaði tann síðsta fríspælingin, og sum heild var ov lítið bit í álopinum. Hóast greiða B36 yvirvág í spæli, so var tað HB, sum legði seg á odda, tá fyrri hálvleikur var um hálvrunnin. Málverjin hjá B36 bleiv dømdur fyri at hava hildið bóltinum uttan fyri brotsteigin, og so fekk HB fríspark á sjálvum brotsteigarmarkinum. Hetta skeyt Regin Reinert beinleiðis í málið, og so var 1-0 til HB. Stutt eftir hetta var B36 um at javna, tá ið evnaríki miðvallarin, 16 ára gamli Áki Mørk, sendi eitt brandskot í síðunetið hjá HB. Nakað fyri hálvleik kom HB á odda 2-0, tá ið ein bóltur bleiv spældur inn um B36-verjuna, har Hartvig Joensen var fyrstur á honum og skoraði trygt hjá Dánjali Bærentsen í B36-málinum. 2-0 var eisini hálvleiksstøðan. Ikki heilt uppiborið kanska, men unga B36-liðið hevði heilt greitt mist flogið, tá ið HB fyrst var komið á odda.
Hartvig Joensen legði tíðliga í seinna hálvleiki HB fram um 3-0 við høvdinum, og so var dysturin avgjørdur, hildu tey flestu, men B36 hevði framvegis bóltin nógv, og nakrar ferðir noyddist Andreas F. Hansen út í fulla longd fyri at forða B36 í at fáa mál. Teir fingu tó eitt mál, sum Gunnar Nielsen syrgdi fyri. Við støðuni 1-3 og enn einum korteri eftir at leika valdi venjarin hjá B36 Jógvan Norðbúð at senda nógv fólk fram í vón um at fáa fleiri mál, men ístaðin gjørdist tað heldur tunnligt í B36-verjuni, og tvær reisur gjørdi HB sær dælt av hesum. Fyrru ferðina var tað Hartvig Joensen, sum trillaði eina fríspæling frá Una Mortensen í málið, og seinnu ferðina var tað Uni sjálvur, sum skoraði til endaligu støðuna 5-1 til HB.