Stórt øki í landinum skal verða valdømi fyri seg

Tað verða yvir 3.000 veljarar, sum ikki longur skulu í ítróttarhøllina á Hálsi at velja

Tórshavnar Býráð fer nú at heita á landsstýrið um at gera Hoyvík til eitt valdømi fyri seg. Tað samtykti býráðið einmælt í gjár. Sum er skulu allir veljarar í Hoyvík oman í ítróttarhøllini á Háls at velja. Í novembur í fjør høvdu 3.284 fólk í Hoyvík valrætt.

 

Varð Hoyvík eitt valdømi fyri seg, høvdu teir 3.284 veljararnir atkvøtt har, og tá hevði talið á veljarum, sum skulu velja í ítróttarhøllini, minkað úr umleið 13.482 veljarum, niður í umleið 10.200, ella 25 prosent.

 

Býráðslimir halda, at veljarar setast aftur, tí tað kann vera leingi at bíða at sleppa fram at í ítróttarhøllini á Hálsi. Tey halda, at serliga tá ið veðrið er so vánaligt, sum tað var á seinast løgtingsvali 8. desembur. Tá var illfýsið og býráðslimir halda, at tað fekk veljarar at setast aftur. Valluttøkan var eisini minni enn næstseinast, Næstseinast var valluttøkan í Havn 88,6 prosent, men á valinum hesa ferð var hon 86,6 prosent, ella tvey prosentstig lægri. Og býráðslimir halda, at hetta er ein avleiðing av, at umstøðurnar at velja á Hálsi eru ikki nógv góðar og tískil er hetta eisini ein spurningur um fólkaræðið.

 

Tað er Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett uppskotið fram um at gera Hoyvík til eitt valdømi fyri seg. Hann sigur, at fyribils kann hetta vera í eini royndartíð fyri at vita, hvussu tað hilnast og so kann endalig støða takast seinni.

 

Men tað er landsstýrið, sum skal góðkenna, at Hoyvík verður valstað og býráðið hevur nú samtykt at heita á landsstýrið um at gera tað.