Stórt skrædl á Svangaskarði

Steffan A. Løkin var tvífaldur málskjútti, og TB gjørdi tvey sjálvmál, tá ið B68 ímóti TB vann størsta sigurin í tíggju ár

Nú er tað greitt, at hvørgin uppflytarin fyri einum ári síðani fer at flyta niður nú í heyst.

 

07 Vestur tryggjaði sær fyri fleiri vikum síðani plássið í fremstu røð, og nú seinnapartin hevur B68 tryggjað sær rætt at halda fram í bestu deildini.

 

B68 spældi fyri síðstu ferð í ár á heimavølli, og tað var ikki hissini farvæl, sum toftamenn søgdu trúføstu heimaáskoðarunum.

 

Toftamenn vunnu 6-1 ímóti TB, sum helt tørn um málleysa javnleikin í smáar 10 minuttir.

 

Toftamenn høvdu greiða yvirvág alla tíðina, og tá ið tíggju minuttir vóru farnir, var tað Andri Benjaminsen, sum eftir innlegg úr høgru og við handara stólpa setti bóltin í málið.

 

Tá ið ein stórur hálvur tími var farin, vóru tvøramenn so óhepnir at gera sjálvmál. So var 2-0 og ein minutt undan steðginum endurtók søgan seg, tá ið TB enn einaferð gjørdi sjálvmál.

 

Tíggju minuttir eftir steðgin var 5-0. Steffan A. Løkin og Lukasz Cieslewicz skoraðu málini, og Steffan staðfesti 6-1 sigurin í tíðini, sum dómarin legði aftrat. Jóhan Renéson Thomsen minkaði um munin til 5-1, tá ið 90 minuttir vóru farnir. Hetta var

 

Tað eru tíggju ár, síðani B68 seinast vann við fimm málum í bestu deildini. Tað var 30. apríl í 2011, tá ið B68 á heimavølli vann 5-0 ímóti B71.