Stórt vónbrot í Svøríki

Sviar taptu avgerandi dystin um pláss í HM endaspælinum ímóti Póllandi

Tað er fagnaður sunnanfyri Eystrasalt, og tað er stórt fótbóltsvónbrot norðanfyri Eystrasalt.

 

Í kvøld hittust Pólland og Svøíki í uppgerð um pláss í HM endaspælinum í fótbólti í Qatar í november og desember.

 

Dysturin varð spældur í Chorzów í Póllandi, og heimaliðið vann 2-0. Eftir fyrra hálvleik var framvegis málleyst, og tað mundu sviar iðra seg mest um.

 

Eftir steðgin legði málrevurin Robert Lewandowski heimaliðið á odda við brotssparki, og so var tað mótbrekka hjá Svøríki, sum inntil tá hevði verið omaná.

 

Pólland fekk av álvara um endan, og eftir stórt kiks í verjuni økti miðvallarin Piotr Zielinski um munin til 2-0. Síðstu minuttirnar var 40 ára gamli Zlatan Ibrahimovic á vøllinum, men tað eydnaðist ikki honum og liðfeløgunum at venda gongdini.

 

Pólland vann 2-0 og verður við í HM endaspælinum. Svøríki verður ikki partur av HM endaspælinum, og  Zlatan Ibrahimovic var í kvøld fyri síðstu ferð á landsliðnum.

 

Tað eydnaðist ikki Norðurmakedonia enn einaferð at fella stórfavoritt. Portugal var á heimavølli, og Portugal vann 2-0 og vann seg harvið í HM endaspæli. Tvífaldur málskjútti var Bruno Fernandes.