Stóru mistøkini kostaðu nógv

EM hondbóltur kvinnur: At talan ikki bleiv um heilt spennandi uppgerð komst fyrst og fremst av, at føroysku spælararnir gjørdu nógv mistøk og í seinna hálvleiki ikki megnaðu at fylgja við í verjuni

Síðsta bríksl hevur ljóðað á Hálsi í Havn, har Føroyar í kvøld hava spælt EM undankappingardyst ímóti Rumenia.

 

Máltalvan vísir 31 – 21, og tað er einki at undrast á, at tað í føroysku leguni er talan um stórt vónbrot. Hálvleiksstøðan var 13 – 11 til Rumenia, og avrikið í fyrra hálvleiki kendist at leggja upp til, at talan fór at vera um spennandi seinna hálvleik.

 

Men soleiðis gekk tað ikki. Rumenia vann seinna hálvleik 18 – 10. Tá megnaði føroyska liðið ikki at fylgja við. Talan var um nógv mistøk í álopsspælinum, og tað kostaði fleiri mál í hinum endanum, umframt at verjuspælið ikki var so sannførandi.

 

Málmunurin var altso heilt lítil í fyrra hálvleiki, og tá skal havast í huga, at føroysku spælararnir misnýttu 10 av 21 skotum í fyrra hálvleiki. Rumenski málverjin var stinn, og føroysku spælararnir høvdu ilt við at skora. Eitt nú misnýttu Føroyar tvey brotskøst í fyrra hálvleiki, og eisini í seinna hálvleiki misnýttu Føroyar tvey brotskøst.

 

-Vit megnaðu ikki at varðveita góða avrikið í fyrra hálvleiki, og tað kostaði nógv í seinna hálvleiki, sigur Súna Krossteig Hansen, sum saman við liðfeløgunum er ógvuliga vónbrotin.

 

Ingi Olsen var viðmerkjari í KvF, og royndi venjarin, sum síðsta kappingarár vandi meistararnar í H71, setti spurnartekin við, um spælararnir, sum umboða føroysku feløgini, eru nóg væl fyri at spæla landsdyst væl eftir, at føroyska kappingin er av.

 

-Tað sást aftur í seinna hálvleiki, tá ið málmunurin eftir lítlari løtu fór frá at vera tvey mál og til at vera 7 – 8 mál, og so var tað bara spurningur um, hvussu stórur munurin fór at vera, sigur Ingi Olsen.

 

Leygardagin verður síðsti dysturin í hesi EM undankappingini, tá ið Føroyar fáa vitjan av heimsstjørnunum í Danmark. Í kvøld vann Danmark 38 - 22 á útivølli ímóti Eysturríki.

 

 

 

Føroyar – Rumenia 21 - 31 (11-13)

 

EM hondbóltur kvinnur

 

Mikudagin 20. apríl 2022 kl. 19.00 í Høllini á Hálsi í Havn

 

Rakul S. Wardum

 

Annika Fríðheim Petersen

 

Marianna Geirsdóttir Eystberg 5

 

Turið Arge Samuelsen 3

 

Nina Katrina Johansen 3

 

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3

 

Maria Halsdóttir Weyhe 2

 

Pernille Brandenborg 2

 

Súna Krossteig Hansen 1

 

Ingibjørg Olsen 1

 

Jana Mittún 1

 

Elsa Egholm

 

Natasja Anjodóttir Hammer

 

Vár B. Zachariasen

 

Petra Andrea Larsen

 

Lív B. Zachariasen

 

Á beinkinum: Sonni Denis Vahlgreen Larsen, Finnur Hansson, Mladen Mjerimacka, Beinta B. Laursen