Fríggjadagin klokkan 10 verður tingfundurin, har Løgtingsfíggjarlógin fyri 2024 verður løgd fram. Tað er tann fyrsta fíggjarlógin, har landsstýri veruliga kann seta síni fingramerki á politikkin, sum samgongan hevur sett sær fyri at reka hetta valskeiðið.
Hóast fíggjarlógaruppskotið verður lagt fyri tingið fríggjadagin, so er tað borið Løgtingsskrivstovni longu týsdagin, ti tað skal vera Løgtinginum í hendi tríggjar dagar fyri framløgudagin.
Fíggjarmálaráðið hevur boðið til tíðindafundar fríggjamorgunin klokkan 10:15, sum er eitt korter eftir, at uppskotið er lagt fram í Løgtinginum.
Til ber at broyta okkurt tal, eftir at uppskotið er farið niðan og gera onkrar smærri regulering. Men togaríið í samgonguni er liðugt, tá uppskotið er farin niðan í Løgtingið.
Nú kunnu tey hugsa um annað - t. d. russarasáttmálan
Sum vanligt er, so eru samgongufólk fáorðað um, hvør høvuðsboðskapurin er í fíggjarlógaruppskotinum. Um tað verður yvirskot ella undirskot. Ella um uppskotið so nøkulunda javnvigar. Stóra avbjóðingin er at fáa tað stóra yvirskotið, sum politikarar stremba eftir, soleiðs at haldføri kann fáast í búskapin.
Sum in.fo skilir støðuna, so er ikki greitt, hvussu tað verður við yvirskotinum. Okkurt bendir á, at tað er so tepurt, at ilt er at siga nakað tal, fyrr enn øll ivamálini eru avgreidd. Tað er soleiðis, at sjálvt um uppskotið er latið Løgtingsskrivstovuni, so kunnu ávísar justeringar og rættingar gerast, sum ikki broyta uppskotið sum so, men sum tó hava ávirkan á endaliga talið á botnlinjuni.
Sum in.fo skilir tað, er tað fyrstu ferð í nógv ár, at landsstýrið megnar at halda seg til útreiðslukarmin. Hjá undanfarna landsstýrið lá hann javnan á bæði 5 og 6 prosentum, tá allar tillagingar við eykjáttanarlógum vórðu samtyktar upp á 100 - 200 milliónir krónur. Tá uppskotið varð lagt fyri tingið var tað lægri – kanska um tey 4 prosentini.
Stóri lønarvøksturin er ein risa avbjóðing fyri fíggjarlógina. Í 2021 var lønarvøksturin 1,25 prosent. Í fjør var hann 2,5 prosent. Men í ár liggur hann um 4 prosent. Tað leggur eitt stórt trýst á fíggjarlógina. Tí av einum rakstri upp á umleið 7 milliardir fara lønirnar við 4,5 milliardum krónum. Men tað eru ikki bara lønir, men eisini pensjónir og aðrar veitingar, sum hækka við sama prosenttali, tí tað skulu tær sambært lóg.
Talan verður tí um strammar karmar, um landsstýrið ætlar at halda ein karm upp á 4,5 prosent.