Eitt 20-ára gamalt borgarakríggj í Sudan hevur lagt stórar partar av landinum í oyði. Borgarakríggið hevur staðið millum kristna Suðursudan og muslimska norðursudan, men í januar 2005 fekst vápnahvíld í lag, so friður nú valdar í landinum.
Men hetta langa kríggið hevur sett síni spor, og stórur partur av landinum er bumbaður í sor. Og her kemur danski Reyði Krossur inn sum hjálparfelagsskapur.
Verkætlanin byrjaði í fjør, tá farið var undir at umvæla sundurbombaðar klinikkir, og at syrgja fyri reinum vatni. Stóra hjálpararbeiðið fer fram í bygdini Udici í Suðursudan, har 15.000 fólk búðu undan krígnum. Í dag er innbyggjaratalið í bygdini einans 1.500.
- Fólk fluttu burtur, tá kríggið herjaði. Nú byrja tey at flyta heimaftur, men tað er ikki lætt, tá alt liggur í sori. Har var eitt sjúkrahús, skúli og annað, men tað er alt lagt í oyðu, greiðir Anne Mette Meyer frá.
Norðursudanska militsan leyp á bygdirnar og drap tey vaksnu, meðan børnini blivu burturflutt, dreingirnir til barnahermenn og genturnar sum matmøður og annað.
Barnamiðstøð
Nú er so ein barnamiðstøð stovnað, sum skal taka sær av børnunum og fyrireika tey til vanliga skúlagongd.
- Børnini koma á miðstøðina fimm dagar um vikuna frá hálvgun níggju til tvey, og har kunnu tey spæla, tekna, spæla tónleik ella bara halda frið, sigur Anne Mette Meyer.
Talan er í stóran mun um hjálp til sjálvhjálp, og danski Reyði Krossur hevur valt út 45 børn millum seks og tólv ár at ganga á miðstøðini. Talan er um 30 dreingir og 15 gentur.
Á miðstøðini eru sálarfrøðingar frá Sudan, men danski Rey›i Krossur hevur eisini tvey umboð í økinum.
Tað er í hesi verkætlan, at føroyski Reyði Krossur hevur valt at verið við.
- Vit hava altíð havt eitt gott samstarv við danska Reyða Kross, og sjálvt um vit eru sjálvstøðugur felagsskapur er tað kortini so, at skulu vit út um ríkismørkini, skal tað ganga gjøgnum danska Reyða Kross, sigur Suni Vinther, formaður í føroyska Reyða Krossi.
Hetta samstarv merkir eisini, at allur peningurin, sum føroyski Reyði Krossur letur, fer óskerdur til endamálið, tí danski felagsskapurin framman undan hevur neyðugu organisatiónina.
Tvey lond
Meðan umboðið fyri danska Reyða Kross er í Føroyum, skulu teir báðir felagsskapirnir hava fund við landsstýrið, sum væntandi er sinnað at hjálpa til fíggjarliga. Hesin fundurin skuldi eftir ætlan vera eftir døgurða í dag.
Seinni verður eisini fundur um verkætlanina í hølunum hjá føroyska Reyða Krossi. Tann fundurin verður í kvøld kl. 19.30.
Anne Mette Meyer greiðir annars frá, at eftir vápnahvíldina, sum kom í gildi í januar 2005, skal verða ein skiftistíð upp á 6 ár, og síðani skal verða fólkaatkvøða í 2011 sum skal gera av, um londini hvør sær skulu gerast sjálvstøðug.
Munurin millum suður og norðursudan er ógvuliga stórur, bæði sosialt og mentanarliga. Í kristna Suðursudan er fólkið ógvuliga svart og stórt, og har læra tey enskt í skúlanum, meðan í norði tosa tey bert arabiskt.
Verkætlanin verður sum nevnt stuðlað av føroyska Reyða Krossi, eisini í samstarvi við danska Reyða Kross.