Forvirringur er í borðtennishøllini í Visby í Gotlandi, har talan er blivið um eitt stríð millum reglur hjá altjóða borðtennissambandinum, og oyggjaleikareglurnar.
Grønland og Jersey hava sama stigatal, níggju stig í bólki A í bólkaspælinum. Grønland hevur betur settmun enn Jersey, men Jersey vann innanhýsis dystin 4-3 ímóti Grønlandi, og heldur uppá sítt, at altjóða reglur eiga at galda, sum siga, at innanhýsis dysturin eigur at telja tá liðini eru jøvn í stigum. Jersey krevur tí, at tey skulu spæla hálvfinalu, og Grønland skal spæla um fimta plássið. Sambært oyggjaleikareglunum er tað settmunurin, sum telur, tá liðini eru jøvn í stigum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr formannin í borðtennissambandinum, Jóannes Guttesen greiða frá stríðnum, sum órógvar føroyska hópin, sum er fangaður í hesum, og má bíða eftir at sleppa í dyst. Jóannes Guttesen hevur samkenslu við grønlendingum, sum hava spælt seg í finaluna, har teir skulu møta Guernsey.
Endaliga støðan í bólki A:
Lið | Dystir | Vunnir | Taptir | Vunnin sett | Tapt sett | Stig |
---|---|---|---|---|---|---|
Grønland | 5 | 4 | 1 | 27 | 8 | 9 |
Guernsey | 5 | 4 | 1 | 26 | 9 | 9 |
Jersey | 5 | 4 | 1 | 24 | 11 | 9 |
Isle of Man | 5 | 2 | 3 | 17 | 18 | 7 |
Isle of Wight | 5 | 1 | 4 | 9 | 26 | 6 |
Cayman oyggjarnar | 5 | 0 | 5 | 2 | 33 | 5 |