Strævið og tærandi tá skipanin støðgar upp

- Tað er strævið og tærandi, tá man merkir, at skipanin støðgar upp. Tí vit kenna børnini, vit síggja tey, vit eru millum tey og vit síggja, at tey enn eru í bíðistøðu. Teirra gerandisdagur verður bara verri og verri. Hjá summum gongur tað bæði útyvir skúlan, heimalívi og frítíðina, um tey ikki sleppa víðari, sigur Karin Strøm.


Tað sigur Karin Strøm, heilsufrøðingur, í kjalarvørrinum av, at Gigni fyrr í vikuni boðaði frá, at børn í fólkaskúlanum, ið hava ymiskar trupulleikar, verða slept upp á fjall, tí bíðitíðin til røttu hjálpina mangan er ov long.


- Ein trupulleiki, sum heilsufrøðingar tó ofta møta, er, at bíðitíðin hjá næminginum og vegurin til røttu og viðkomandi útgreiningina ella hjálpina, kann vera sera langur. Tískil síggja vit nógvar næmingar, sum alt ov leingi verða sleptir upp á fjall, og harvið gerst “skaðin” og avleiðingin fyri heilsuna tað størri. Hetta ger, at alt meira arbeiðsorka hjá heilsufrøðinginum fer til hesar næmingar, tí avleiðingin av manglandi fakligari hjálp kann vera sera lemjandi og í summum førum lívshóttandi, skrivar Gigni í skrivinum.


Til ber at lesa eina longri samrøðu við Karin Strøm um sálarligu heilsuna hjá skúlabørnum og longu bíðitíðirnar í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.