Í kvøld, mikukvøldið hin 27. september, byrjaðu venjingarnar aftur hjá Stranda Sangkóri.
Hetta er triðja árið, at kórið syngur við Ásbirna Berthelsen sum kórleiðara.
- Kórið hevur sungið til ymisk tiltøk í bygdini umframt til stóru kórstevnuna hjá Kórsambandi Føroya, sum í fjør var í Fuglafirði.
Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu í dag verður sagt, at Stranda Sangkór er eitt tilboð undir Stranda kvøldskúla.
- Kórið er ætlað øllum, sum dáma væl at syngja.
Lagt verður aftrat, at tað serliga við hesum kvøldskúlatilboði er, at tað er ókeypis.
Sambært heimasíðuni byrjaðu kórvenjingarnar aftur í kvøld klokkan 19, og hildið verður fram til nú klokkan 21.