Ætlanin at tryggja, at skipini hjá Strandferðsluni sleppa at sigla, hóast ósemja er á arbeiðsmarknaðinum, verður ikki sett í verk enn á sinni.
Tað staðfestir Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum
Og aftur nú í summar og í heyst er vandi fyri, at skipini hjá Strandferðsluni fara at verða løgd í verkfalli – ikki bara eina ferð, men tvær ferðir.
Í eini 20 ár hava politikarar annars tosað um, at bera so í bandi, at trygt fæst fyri, at ferðasambandið til útjaðaran ikki javnan og savnan verður lagt lamið, tá ið ósemja stingur seg upp á arbeiðsmarknaðinum.
Tosað hevur verið um fleiri ymsar loysnir. Ein loysn, sum hevur nevnt, er, at gera manningiarnar á Strandfaraskipunum til tænastufólk, tí tey kunnu ikki fara í verkfall.
Ein onnur loysn er at gera sáttmálar við fakfeløgini, sum eru nógv longri enn vanligir sáttmálar, so at ferðasamband verður tryggjað eini fimm ár í senn.
Fakfeløgini vilja hava endurgjald fyri at frásiga sær verkfalsrættin, men partarnir eru ikki komnir hartil, at nevniverdar samráðingar hava verið um tað.
Í fríðartíð
Ein onnur treyt, sum Starvsmannafelagið setir, er, at samráðingar um Strandferðsluna skulu ikki vera ímeðan sáttmálasamráðingar eru.
- Samráðingar um Strandferðsluna skulu vera í friðartíð fyri ikki at órógva. samráðingarnar, sigur Selma Ellingsgaard.
Og sum støðan er nú, vil Starvsmannafelagið ikki tryggja, at skipini hjá Strandferðsluni verða friðað fyri verkfall.
Síðani í oktober í fjør hava nevniliga samráðingar verið ímillum Skipara- og Navigatørfelagið og Fíggarmálaráðið um yvirmenningar á Strandferðsluni og nú fer Starvsmannafelagið eisini at samráðast fyrri teirra limir á Strandferðslunii sambandi við, at sáttmálin gongur út 1. oktober.
Tað merkir, at tað verður í fyrsta lagi eftir 1. oktober, at samráðingar kunnu vera um at friða Strandferðsluna.
Men tað merkir so eisini, at enda báðar samráðingarnar við sliti, kann strandferðslan verða løgd tvær ferðir í summar ella í heyst.
Siga einki
Og Selma Ellingsgaard vil onki siga um, hvørja støðu Starvsmannafelagið fer at hava til siglingina hjá Strandferðsluna, skuldi samráðingarnar í heyst endað við slitið.
- Tað siga vit onki um alment enn. Tað verður umrøtt ímillum samráðingarpartarnar og støða verður tikin til tað, alt eftir hvussu Starvsmannafelagið metir støðuna, skuldi hon uppstaðið, sigur Selma Ellingsgaard.
Skipara- og Navigatørfelagið hevur gjørt greitt, at tað er ikki sinnað at frásiga sær verkfalsrættin heilt.
Ístaðin er felagið sinnað at gera fimm ára sáttmálar.
Men tað hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, víst frá sær í Sosialinum, tí hann sigur, at endurgjaldið, sum fakfeløgini hava kravt, hevur verið ov stórt.
Men hann vildi ikki siga, hvussu stórt tað var.
- Og tað tryggjar ikki Strandferðsluna fyri verkfall, tí hon kann kortini leggjast fimta hvørt ár, hevur hann sagt við Sosialin.
Hann tekur heldur ikki undir við at gera manningina til tænastufólk.
Hinvegin vil hann hava eina tænastumannalíknandi skipan, har manningin bindur seg til ikki at fara í verkfall, hóast tey ikki eru tænastufólk og so fáa tey eina ávísa samsýning fyri tað.
Men líkt er til, at Løgtingið sleppur at viðgera spurningin í heyst, tí Gerhard Lognberg, tingmaður, hevur sagt fyri Sosialinum, at hann fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at friða Strandferðsluna fyri verkfall.
Gongur strilti
Tað gongur strilti at fáa sáttmála ímillum Skipara- og Navigatørfelagið øðrumegin, og Fíggjarmálaráðnum hinumegin um nýggjan sáttmála fyri yvirmenninar á Strandferðsluni og hinum almennu skipunum.
Sáttmálin gekk út. 1. oktober í fjør og síðani hava tey samráðst.
Men serliga í fyrstuni var langt ímillum samráðingarfundirnar, tí partarnir vóru samdir um at bíða til aðrar samráðingar vóru lidnar.
Men síðani hava fundir verið av og á og fundur verður nú aftur fríggjadagin.
- Tað gongur strilti, men tað gongur kortini spakuliga fram á, sigur Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum.
Hann staðfestir, at partarnir flyta seg eitt sindur ímóti hvørjum øðrum, men enn er langt eftir á mál.
Og Eyðstein Djurhuus ætlar, at geva tol og at lata samráðingarnar skulu taka tað tíð, tær taka.
- Tað kann vera skjótt at semjast um ein vánaligan sáttmála og tí ætla vit at taka okkum neyðugu stundirnar at fáa ein góðan sáttmála, sigur hann.
Hann sigur, at sjálvur lønarspurningurin lønarhækkingin verður tann stóri snávingarsteinurin, tí hann er lagdur í fastar karmar í teimum sáttmálum, sum eru gjørdir.
- Tað mest avgerandi í hesum samráðingunum verður at finna semju um at laga arbeiðstíð og hvílitíð til teir nýggju altjóða sáttmálarnar, sum eru settir í gildi.
Í høvuðsheitum snýr tað seg um, at yvirmenninir skulu hava styttri arbeiðstíð og longri hvílitíð.
Í løtuni er arbeiðstíðin 2.548 tímar um árið, men hon má lækkast niður í 2400 tímar fyri at halda altjóða sáttmálarnar.
Somueleiðis koma nýggjar reglur um hvílitíð í gildið, so at hereftir skulu yvirmenn hava hvíld minst 10 tímar um samdøgurið og minst 77 tímar um vikuna.
Tað ber tó til at gera frávik frá reglunum um hvílitíð, men so skal semja fáast um tað.
Í ringasta føri merkja nýggju hvílireglarnar, at túratalið hjá Strandferðsluni má skerjast.