Trygdartiltøkini í amerikanska býnum Chicago eru sera strong í sambandi við, at toppfundur hjá NATO verður settur í býnum sunnudagin. Talsmaðurin hjá samveldisløgregluni FBI, Ross Rice, sigur við tíðindastovuna AFP, at hóast myndugleikarnir ikki hava illgruna um nakað óvanligt, er tilbúgvingin á ovasta stigi.
Ross Rice sigur, at Chicago má metast sum eitt áhugavert álopsmál hjá yvirgangsmonnum. Býurin er stórur og hevur sera stóran týdning sum samferðslumiðdepil. Harafturat verður býurin roknaður sum ein fíggjardepil, og Barack Obama, forseti, metir Chicago sum sín heimbý.
Talsmaðurin hjá FBI vísir eisini á, at meðan Obama hevur verið forseti, hava amerikanskir hermenn gjørt av við al-Qaeda-leiðararnar Osama bin Laden og Anwar al-Awlaki. Harafturat er forsetin ovasti fyri teirri amerikonsku hermegini og hevur harvið eisini ábyrgdina av teimum mannleysu flogførunum, sum hava søkt at fleiri málum í Pakistan og Jemen.
-Tað er tí greitt, at vit mugu taka øll fyrivarni, nú leiðarar úr millum 40 og 60 londum koma higar, sigur Ross Rice.