Stuðul til bjargingarbát á býráðsfundi hósdagin

Á skránni fyri býráðsfundin komandi hóskvøld, er m.a. eitt mál um stuðul til RESCUE LÍV.

Seinastu tvey árini hevur Tórshavnar Kommuna stuðlað RESCUE LÍV. Hetta er bjargingarbáturin hjá sjálvbodna felagsskapinum Havnar Bjargingarfelag. Báturin hevur verið ein týdningarmikil liður í tilbúgvingini í Tórshavnar Kommunu og hevur havt uppgávur bæði innan bjarging, sjúkraflutning, eldsløkking, v.m.

 

Verður málið samtykt á komandi býráðsfundi, fer kommunan eisini tvey tey næstu árini at stuðla Havnar Bjargingarfelag.

 

Stuðulin verður sambært uppskotinum 500.000 krónur um árið. Hetta skal brúkast til fyrstu partarnar av teimum uppstigingunum, sum RESCUE LÍV hevur fyri neyðini. Talan er um at skifta fendaran, at dagføra brúnna m.a. við nýggjum navigasjóns-tólum, og at dagføra EL-innleggingar. Í næstum verða eisini gomlu motorarnir skiftir.

 

Í september samtykti tilbúgvingarnevndin, at kommunan framhaldandi skal stuðla Havnar Bjargingarfelag, og í oktober tók fíggjarnevndin undir við samtyktini.

 

Málið kemur fyri á býráðsfundinum hóskvøldið.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##