Stuðulin til bøndur kann verða broyttur

Talan kann verða um at seta góðskrøv fyri at lata stuðul

Endamálið er, at vit skulu hava so nógv av góðum, føroyskum stráfóðuri sum gjørligt. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaðurin í landbúnaðarmálum.

 

Vit hava eina skipan, har bøndur, sum framleiða stráfóður at selja, fáa stuðul til tað. Og nú hevur Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi reist málið um stráfóður.

 

Í tí sambandi hevur hann spurt Høgna Hoydal, hvussu nógv stráfóður, stuðul verður latin til og um tað kann hugast, at góðskukrøv fara at vera sett til stráfóður fyri at fáa stuðul.

 

##med2##

 

Landsstýrismaðurin sigur, at í talvuni oman fyri sæst, hvussu nógvar umsóknir hava verið um stuðul til stráfóður hesi seinastu finn árini. Har sæst eisini, hvussu stórar nøgdirnar hava verið, og hvussu nógvur stuðil er latin.

 

Sum tað sæst vóru 111 umsóknir í fjør og tað eru 34 umsóknir fleiri enn fyri fimm árum síðani.

 

Høgni Hoydal sigur, at á hvørjum ári verða einir 20 tilvildarligar umsøkjarar kannaður fyri at vita um samsvar er ímillum umsóknina og veruligu stráfóðurmongdina.

 

Í fjør vórðu kortini at kalla allir umsøkjarar kannaðir, og gott 100 fóðursýni vórðu tikin.

 

Landsstýrismaðurin sigur eisini, at heimild er til at treytir fyri at lata stuðul, eitt nú góðskukrøv. Búnaðarstovan arbeiðir við at finna eina skynsama loysn, so stuðulin kann latast eftir dygdini á stráfóðrinum.

 

Men slíkar fóðurkanningar eru dýrar tí tað fer at kosta 100.000 -125.000 krónur um árið kanna stráfóðurið fyri at vita hvussu gott tað er. Hetta er ikki ein skynsom loysn, men Búnaðarstovan arbeiðir víðari við málinum.

 

Bæði Búnaðarstovan, og bøndur,  hava víst á, at ein gongd leið er at broyta skipanina við stráfóðurstuðli soleiðis, at tað eisini ber at framleiða stráfóður til at selja, uttan annars at hava djór.

 

Hetta hevði helst eggjað til, at ein størri partur av bønum varð brúktur til at fáa meira av føroyskum stráfóðri til vegar, og tá høvdu vit komið málinum munandi nærri um, at stráfóður í mestan mun skal vera føroyskt.

 

Í landbúnaðarpolitikkinum, sum verður gjørdur í løtuni, verður eisini stuðulin til stráfóður viðgjørdur, og endamálið er framvegis at fáa so nógv dygdargott føroyskt stráfóður sum gjørligt.

 

Leggjast kann afturat, at í fíggjarlógini fyri í ár er stuðulin til stráfóður hækkaður eina slaka millión, soleiðis at hann verður seks milliónir í ár.