Eitt lágtrýst, 970 hPa, liggur mest sum í stað sunnan fyri Ísland og fyllist spakuliga. Fríggjadagin og leygardagin fer eitt nýtt lágtrýst framvið beint sunnan fyri Føroyar og síðani fylgir ein veikur hátrýstsryggur eftir.
Veðrið í dag
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Okkurt æl ella sólglottar, men út á dagin skýggjað. Um náttina turt og yvirhøvur skýggjað. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 6 stig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, um náttina fyri tað mesta av eystri. Skýggjað, tó møguliga onkur sólglotti og kanska eitt æl. Hitin um dagin millum 5 og 8 stig, um náttina millum 2 og 6 stig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av landsynningi og eystri, 2 til 7 m/s. Skýggjað og ælaveður og møguliga onkur sólglotti. Hitin alt samdøgrið millum 4 og 8 stig.
Leygardagin
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 13 m/s, um náttina gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, av landnyrðingi. Skýggjað og ælaveður og kanska onkur sólglotti. Hitin um dagin millum 4 og 8 stig, um náttina millum 2 og 6 stig.
Tollaksmessudag
Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s. Okkurt æl, men kanska onkur sólglotti eisini. Hitin um dagin millum 4 og 8 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.
Jólaaftan
Gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s, um náttina veksur hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 7 til 13 m/s, av útsynningi. Yvirhøvur skýggjað og okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.