Stuttlig jólakapping um piparkøkuhús

- Vinnarin verður funnin hin 18. desember, og vinningurin er ein lekkur jólakurv, sigur trivnaðarnevndin í kommununi.

 

Trivnaðarnevndin í Hvannasunds kommunu bjóðar nú til eina stuttliga jólakapping, har fólk kunnu gera sítt egna piparkøkuhús og soleiðis verða við í einari kapping um eina lekra jólakurv.  

 

- Húsini skulu verða klár mikudagin hin 15. desember, og tey skulu latast inn í Café Old School í Hvannasundi millum klokkan 17 og 18 henda dagin. 

 

Í Hvannasunds kommunu sigur trivnaðarnevndin, at møguleiki verður at atkvøða um vakrasta piparkøkuhúsið við at koma inn í Café Old School hin 16., 17., ella 18. desember millum klokkan 17 og 18.

 

Vinnarin verður funnin hin 18. desember, og vinningurin er ein lekkur jólakurv, sigur trivnaðarnevndin, sum annars vísir til treytirnar fyri luttøku í kappingini á heimasíðuni - hvannasund.fo