Stýrið fyri Bústaðir bakkar aftur

Stjórin verður ikki múlabundin kortini

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, skuldi góðkenna starvsskipanina, men nú sleppur hon frá at taka støðu

Herfyri ætlaði stýrið fyri Bústaðir at seta ein nýggja starvsskipan í gildið fyri Bústaðir. Eftir nýggju starvsskipanini skuldi stjórin, Andras Róin ikki siga nakað alment um Bústaðir uttan eftir avtalu við stýrisformannin, Regin Hammer.

 

Hetta elvdi til mikið rok, tí nógv tóku hetta sum um at ætlanin var at múlabinda stjóran. Eisini í Løgtinginum vóru tað nógv tingfólk, bæði í samgongu, og í andstøðu, sum øtaðist um hetta, og sum gjørdu greitt, at hetta kundi ikki ganga.

 

Starvsskipanin hevur verið til støðutakan í Almannamálaráðnum. Síðani hevur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, spurt landsstýriskvinnuna, sum varar av Bústøðum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hvørja støðu hon hevur til starvsskipanina, og um hon ætlar at góðkenna hana.

 

Síðani er stýrisformaðurin í Bústøðum, farin frá, og nýggj forkvinna er vald. Og nú sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, í einum ógvuliga stuttorðaðum svar til løgtingskvinnuna, at stýrið hevur tikið umrøddu starvsskipan aftur, so hon verður ikki sett í gildið kortini.

 

Bústaðir hevur kunnað ráðið um, at uppskotið til starvsskipan er trekt aftur, sigur landsstýriskvinnan.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, skuldi góðkenna starvsskipanina, men nú sleppur hon frá at taka støðu