Stýrið fyri Bústaðir fingið nýggjan formann

Nývalda stýrið hevur havt fund í dag

Í dag var nýggja stýrið á Bústøðum fyri fyrstu ferð saman. Eftir fund við landsstýrismannin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, hevði stýrið sín fyrsta stýrisfund. Stýrið skipaði seg við Teiti Samuelsen sum formanni.

 

Fríggjadagin koyrdi andsstýrismaðurinstýrið fyri Bústaðir frá, tí tað kom ov lítið burtur úr og samstundis varð nýtt stýrið valt - og tey hava so skipað seg í dag.

 

Nýggja stýrið á Bústøðum saman við landsstýrismannin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø. Á myndini eru: Henny á Líknargøtu, Jóhanna Lava Køtlum, landsstýrismaðurin í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, Regin W. Dalsgaard og Teitur Samuelsen, formaður. Petur Even Djurhuus manglar á myndini.