Suðurlendingur elskar Norðurlond

Francesca Migotti úr Italia leggur einki í sól og summar. Tað upplivir hon hvønn dag. Í frítíðini vil hon sum onnur ferðast, men tað skal verða norður í »kuldan«

- Mær hevur altíð dámað so sera væl londini norðanfyri. Heitu londini við Miðalhavið siga mær ikki so nógv, tí tey upplivi eg hvønn dag.

Tað sigur Francesca Migotti, sum í eina viku hevur ferðast kring oyggjarnar og sogið til sín av hugnámum av øllum tí, sum er henni so ókent frá sólríka Italia.

Hon kemur frá einari lítlari bygd – einir 5.000 íbúgvar – beint uttan fyri Udine. Hon roknar tó ikki hendan býin sum nakað, ið fólk vanliga kenna, og nevnir tí eisini Trieste sum stóra býin í økinum.

Teir mongu føroyingarnir, sum fylgja við italskum fótbólti, kenna helst nógv betri Udine og liðið í býnum, Udinese, enn teir kenna Trieste og liðið har, Triestina.

Hon starvast dagliga í einum klædnahandli í heimbýnum, har hon selur undirklæðir og annað til kvinnur. Men tá frítíðin nærkast, byrjar longsulin norður eftir at uppliva alt tað, sum ein italiumaður ikki upplivir í sínum gerandisdegi.

- Eg havi altíð verið drigin norður eftir. Eg havi vitjað í Noregi, Svøríki, Írlandi, Skotlandi, Íslandi og nú eisini í Føroyum, sigur Francesca Migotti.

Hon heldur, at londini hava nógvar líkleikar, hóast tey eisini eru ógvuliga ólík.

 

Ferðast saman

Vit hittu Francescu Migotti seinasta týsdag, tá vit vóru ein túr undir Ennibergi. Ferðaleiðarin, Sámal Bláhamar, sum var við hendan túrin, vísti okkum á hesa kvinnuna, sum hevði ferðast so víða í Norðuratlantshavi, og nú altso var komin til Føroya.

Vit prátaðu eina løtu og gjørdu so av at hittast aftur mánamorgunin, tí hetta var fyrsti dagur hennara í Føroyum, og hon hevði ikki tá fingið gjørt sær eina mynd av okkara oyggjum.

Eftir eitt sindur av trupulleikum hittust vit so aftur í Miðlahúsinum, og tá hevði Sámal Bláhamar eisini ein týskan professara í matematikk við í bilinum. Tey bæði høvdu verið á mest sum somu útferðum seinastu vikuna.

Hesin maðurin, Jost Hayden, hevur ferðast í øllum heimspørtum, tó ikki sum ferðamaður, men fyri tað mesta sum vísundamaður. Hann er við í arbeiðinum at kanna altjóða upphitingina.

 

Víða um

Francesca Migotti hevur ferðast víða um í Føroyum ta vikuna, hon var her. Umframt túrin undir Ennibergi, ið Sosialurin sum nevnt eisini var við til, hevur hon verið í Eysturoynni, Sandoynni, á Sornfelli tvær ferðir – fyrru ferð var támut og ringt sýni – og sjálvandi eisini í Kirkjubø.

Hon var ovfarin av Kirkjubø, eins og henni dámdi sera væl túrin í Sandoynni. Men eitt undraði hana.

- Kirkjurnar eru stongdar, so tú sleppur ikki inn í tær. Soleiðis er tað als ikki í Italia. Har standa kirkjurnar altíð opnar og fólk vitja tær allar tíðir av døgninum, sigur Francesca Migotti.

Annars hevði hon, sum flestu onnur ferðafólk, bara gott at ber Føroyum og serliga føroyingum.

- Eg hevði slett ikki torað at fari út einsamøll um kvøldið í Italia, heldur ikki í tí lítla býnum, har eg búgvi. Men her í Føroyum hugsi eg als ikki um tað, her kenni eg meg púra trygga. Føroyingar eru serstakliga blíðir og fyrikomandi, og tú kennir teg veruliga væl her. Øll hava tíð og eingin strýkur bara framvið, sigur Francesca Migotti.

 

Vitjað 106 lond

Sum nevnt hevur týskarin, ið gjørdi Francescu ferðalag fleiri av túrunum, ferðast sera víða og hevur vitjað allar heimspartarnar.

- Fyrr sá eg bara flogvøllin, hotellrúmið og fundarhølið í teimum londum, eg vitjaði, men nú havi eg sett í meg, at eg skal taka mær betri tíð. Tí hvat nyttar at siga, at tú hevur verið í einum landi, tá tú slettis einki hevur sæð av landinum, spyr Jost Hayden.

Hann hevur tí sett sær fyri, at hann skal brúka nakrar dagar at síggja seg um, tá hann ferðast í einum landi.

Í Føroyum hevur hann tó ikki nakra arbeiðsuppgávu, men hevur bara valt at koma higar at ferðast og at síggja sum mest av oyggjunum. Og eisini hann er fullur av lovorðum um Føroyar og føroyingar.

Og hóast hann tey mongu fyrstu árini ikki sá serliga nógv av teimum londum hann vitjaði, so hevur hann kortini higartil vitjað í 106 londum í heiminum, og hevur tí eina ávísa barlast, tá tað ræður um heimsvísund.

Eins og Francesca er Jost sannførdur um, at hetta verður ikki seinasta ferðin, at hann vitjar okkara vøkru oyggjar.

Tað var bert av tilvild, at tey komu at ferðast saman, og tað var somuleiðis av tilvild, at tey bæði fóru við sama flogfari av landinum aftur týsdagin. Hon heim til Italia, og hann víðari til Svalbard í arbeiðsørindum.