Suðuroyar Sparikassi gull verdur fyri Vágs Bóltfelag

? Ítrótturin í Suðuroy eru verri fyri enn aðrastaðni í landinum og tí kann tað ikki yvirmetast at vit hava eina fyritøku í oynni, sum stuðlar okkum, sigur John Henrik Holm, formaður í VB

Stuðulsavtala

? Tað er ongin ivi um, at tað er Suðuroyar Sparikassi sum ger, at tað ber til hjá Vágs Bóltfelag at halda tað støðið, sum vit hava.
John Henrik Holm, formaður í VB, ivast onga løtu í hvønn týdning peningastovnurin í Suðuoynni hevur fýri bóltfelagið í Vági.
Og tá ið Suðuroyar Sparikassi og Vágs Bóltfelag týskvøldið skrivaðu undir nýggja stuðulsavtalu, duldi bóltfelagsformaðurin heldur ikki fyri, hvussu fegin hann er fyri sáttmálan.
? Tað skerst ikki burtur at á fíggjarliga økinum eru ítróttarfeløgini í Suðuroy nógv verri fyri enn feløgini norðanfyri, har fyritøkurnar eru bæði nógv fleiri og nógv pengasterkari enn tær eru í Suðuroynni. Tað skerst heldur ikki burtur, at feløgini í Suðuroy hava nógv størri ferðaútreiðslur enn feløgini norðanfjørðs.
? Tì eru vit ómetaliga fegin fyri at hava ein samstarvsfelaga á staðnum, sum er so áhugaður í felagnum, at hann er sinnaður at stuðla okkum so dyggiliga, at vit eru før fyri at kappast við onnur feløg í fremstu røð.
Her hugsaði hann ikki bara um 1. deild hjá monnum, men vísti á, at ungdómsliðini hjá VB vinna rættiliga nógv, eins og kvinnurnar vunnu greipina í hondbólti fyrr í ár, eftir at havba ligið heilt frammi undir í nógv ár.
Hóast VB eisini hevur nógvar aðrar, dyggar stuðlar, er tað Suðuroyar Sparikassi, sum er høvuðsstuðul hjá Vágs Bóltfelag og John Henrik Holm sigur, at tað er ikki yvir at dylja, at tað er stuðulin frá Sparikassanum, sum ger, at tað yvirhøvur ber til hjá VB at kappast ímillum tey fremstu.
? Stuðulin frá Suðuroyar Sparikassa er ein stórur partur av høvuðsgrundarlagnum undir felagnum, leggur hann afturat.

Langt samstarv
Per Jacobsen, sum er marknaðarleiðari í Suðuroyar Sparikassa, sigur, at Sparikassin og Vágs Bóltfelag munnu vera ímillum elstu samstarvsfelagar yvirhøvur í Føroyum, tí síðani fyrst í sjeytiárunum hevur Suðuroyar Sparikassi verið stuðul hjá VB hvørt einasta ár -uttan tað eina árið.
?Stuðulssáttmálarnir hava allir verið ímillum Sparikassan og 1. deild menn, men seinni er eisini sáttmáli gjørdur við 1. deild kvinnur í hondbólti.
Men sáttmálin, sum partarnir skrivaðu undir týskvøldið er ein felagssáttmáli, sum umfatar bæði 1. deild kvinnur í hondbólti og 1. deild menn í fótbólti undir einum og tað er fyrstu ferð, at tað verður gjørt.
Upplýst verður ikki, hvussu stórur stuðulin er, men Per Jacobsen sigur, at sjálvsagt skulu báðir partar fáa gagn av sáttmálanum.
?Fyri VB merkir sáttmálin ein fíggjarligur styrkur til at reka felagið sum nútíðin krevur og har peningur fær størri og størri týdning.
Fyri Suðuroyar Sparikassa merkir sáttmálin, at hann staðfestir sítt pláss í lokalsamfelagnum og verður ein natúrligur partur í tí ungdómsarbeiði, ið eitt felag sum VB, stendur fyri.
Hann sýtti heldur ikki fyri, at avtalan sjálvandi gevur Suðuroyar Sparikassa stórt lýsingavirði við teimum lýsingum, sum ítróttarfólkið hevur, bæði heima og tá ið tey ferðast kring landið.
Hann legði tó afturat, at góð úrslit skapa størri áhuga hjá áskoðarum og tað ger eisini áhuga at lýsa enn størri.
So hóast landskappingin er byrjað illa hjá VB, vónaði hann, at tað fer at gangaf ramá.
Og tað hevði hann vónir um, tí sum hann segði: Ofta koma tey bestu úrslitini, tá ið ein minst væntar tað.