Suðuroyggin er nakað fyri seg

Ferðafólk, sum koma til Suðuroyar siga, at oyggin hevur nakað serligt yvir sær. Hvat tað serliga er, eru tey ikki í iva um á Kunningarstovuni á Tvøroyri. Tað er náttúran

 

Ferðavinna

Suðuroy:

Tað er eingin ivi hjá fólki í ferðavinnuni í Suðuroy um, at tað er náttúruna, tey skulu satsa upp á og vísa fremmandafólki, sum kemur á vitjan. Og tað gera tey so.

Sagt verður um suðringin, at hann ríður sama dag, sum hann saðlar. Og soleiðis er eisini, tá tosað verður um ferðavinnuna í oynni. Har er einki at bíða við.

Tað fyrsta, sum møtir ferðamanninum, sum kemur í land av Smyrli á Drelnesi, er ein opin kunningarstova mitt á ferjuleguni.

Ger so væl. Einki við at ganga og leita eftir onkrum, sum kann leiðbeina og siga tær, hvar tú skalt fara, um tú ikki ert staðkendur frammanundan. Soleiðis átti tað eisini at verið allastaðni, har eitt nú strandfaraskip og bussar hava endastøð.

Ikki færri enn tvær aðrar kuningarstovur eru í Suðuroynni. Tann stóra er í býráðshúsinum á Tvøroyri, og hin er í Heimavirkinum í Vági.

Jonny Dimon, sum arbeiðir sjálv triðja á Suðuroyar Kunningarstovu á Tvøroyri sigur, at skrivstovan á Drelnesi verður rikin í samstarvi við Strandferðsluna, meðan tann á Tvøroyri verður fíggjað av kommununum og Ferðaráðnum. Umframt at vera kunningarstova, røkir starvsfólkið eisini ávísar uppgávur fyri Tvøroyrar Komunu. Men so ber Tvøroyrar Kommuna eisini sín trivaliga part av kostnaðinum fyri kunningarstovurnar.


Nýtt ferðamál

Eitt nýtt tiltak, sum tey eru farin undir í Suðuroyni, er túrurin niðan á gamla tingstaðin Millum Stovur í Øravík.

Her er ein túrur, har bæði náttúran og søgan verða tengd saman. Og tað er væl at merkja ikki altíð tann hugnaligi parturin av søguni, har verður sagdur. Hann endar í gálganum.

Í grundini er tað tó øvugt. Eitt slag av uppreisn, um vit kunnu siga so, tí túrurin byrjar við Gálgagjógv við Gágatanga beint innan fyri Øravík. Har sum vitin stendur. Síðan verður gingið við ferðaleiðara niðan á tingstaðið millum stovur.

Har eru stórar avgerðir tiknar, og haðani stava eisini sagnir sum eitt nú tann um Snæbjørn, sum ikki vildi ganga undir myndugleikanna avgerðir og reiggjaði stavinum.

Jonny Dimon sigur, at tey fara at merkja staðið av við skiltum, soleiðis at øll finna tað.

Og fram við Trongisvágsfirði verða gjørdir aðrir túrar. Við báti. Siglt verður við báti, sum bert er góðkendur at flyta ferðafólk innansyndis. Eitt nú at siggja stabbagrótið í Froðba ella ein túr við tráðu á Tjaldavík.

Men tey hava tó bát, sum kann fara út um Skarvatanga, um tað skal vera. Bæði til Dímunar, til fiskitúrar og eisini siglitúrar fram við landi norðantil.

Serliga eru kópalátrini inni á Lónini norðan fyri Hvannhaga spenandi at vitja, sigur Jonny Dimon og leggur aftrat, at har er so ótrúliga vakurt.

Og tað kann ein og hvør, sum hevur verið í Hvannhaga, vátta. Tí tað man - uttan at taka nakað frá nøkrum - vera eitt tað vakrasta staðið í landinum.

Eisini er teinæringurin Naddoddur á firðinum, og hann kann brúkast at rógva við um summarið eftir avtalu. Fyri ikki at gloyma gomlu grindabátarnar í Vági, sum eisini kunnu leigast við fólki.

Jonny Dimon leggur aftrat, at bjargingarútgerð er í øllum bátunum, tey hava, til alla manningina, sum sleppur við.


Gongutúrarnir

Gongutúrarnir eru fleiri, sum ferðafólkið kann gera í Suðuroynni. Eitt nú er ein ferð eftir gomlu bygdargøtuni millum Trongisvág og Hvalba ein túrur, sum gjørdur verður. Og tann gøtan er løtt at ganga, soleiðis at skilja, at hon er væl varðveit. Og søgulig eisini. Har er fult av farvegi eftir huldufólki, sjórænarum, Jansaguttum og øðrum valafólki, sum har hevur ferðast. Gøtan var í brúki líka til bergholið kom í 1963, og er tí ikki forfallin.

Annar túrur er túrurin niðan á Nakkin og so til gongu vestur eftir fjallinum, ella í Hvannhaga.

Túrurin niðan á Nakkin er sera vakur, sigur Jonny Dimon. Hann er kanska eitt sindir langur, men fólk vilja fegin síggja, hvar bretarnir hildu til undir krígnum. Og útsýninum har uppi verða tey ikki svikin av, sigur hon.

Og so er tað kikarin. Ferðaráðið í Suðuroy fekk herfyri ein kikara, sum settur er upp vesturi á Røðini vestan fyri Trongisvágsbotn. Hann stendur bara uppi um summarið.

Staðið, kikarin er settur á, er eitt frálíkt úrferðarpláss. Tað er bæði vakurt og hugtakandi at eygleiða skergarðin fyri norðan ella at líta suður við oynni vestanfyri. Síggja boðarnar út fyri Fámjin og skorar og berg suðureftir.

Tað er sera lætt at koma til kikaran. Einar 10-15 minuttir at ganga eftir sløttum haga frá steðgiplássinum beint vestan fyri tunnilsmunnan Trongisvágsmegin. Og væl er merkt við málaðum steyrum, sum standa so tættir, at ikki eigur at bera til at villast, sjálvt um mjørki skuldi komið á teg.


Mentan og søga

Hóast náttúran avgjørt er eitt tað størsta aktivið hjá ferðavinnuni í Suðuroy, verður kortini gjørt væl burtur úr at kunna um mentan og søgu í oynni.

Eitt tiltak, sum hevur verið væl vitjað, er ferðin inn í kolanámini í Hvalba. Har verður vitjað við ferðaleiðara, ið plagar at vera ein teirra, sum abreiðir »í kolinum« og tí veit, hvat tað snýr seg um. Og hvalbingurin plagar at vera góður frásøgumaður, so tann síðan skuldi verið í lagi.

Tó leggur Jonny Dimon dent á, at tað er ikki heilt vandaleyst at ferðast inni í jørðini, og fólk mugu undir ongum umstøðum fara inn hagar, uttan tey eru fleiri í felag og við kunnigum leiðara.

Í Vági er listasavnið »Skálin við Skálá«, har serliga verk hjá fólki við eftirnavninum Smith eru at síggja.

Á Tvøroyri er gallarí Oyggin, sum hevur opið, eins og kaféin »Café Art« er í sama húsið. Har er regluliga opið.

Á Tvøroyri verður arbeitt miðvíst við at fáa innrættað fornminnissavn í gomlu læknahúsinum, sum standa mitt á Tvøroyri. So mitt, sum tað ber til, beint innan fyri gomlu handilhúsini hjá Thomsen, sum var tann fyrsti úthandilin, sum bygdur varð. Og har liggur enn eitt fiskastykki, sum minnir um fiskaturkingina í eini farnari tíð.


Enn er eftir at vinna

Hóast nakað væl er gjørt, er tó enn ymiskt eftir at vinna. Eitt nú at fáa alla oynna aktivt upp í ferðasamstarvið, at fáa sett skilti upp, og at fáa saniteru umstøðurnar betraðar munandi.

Jonny Dimon, sum eisini er formaður í fimmmannaráðnum fyri ferðavinnuna í Suðuroy, sigur, at alment wc og brúsa er ikki at fáa í oynni. Roynt er at tosa við kommunalu myndugleikarnar um tað, men har hevur ikki verið tað stóra at heinta higartil.

Og av skiltingini í haganum er nógv eftir at ynskja sær. Jonny Dimon sigur, at í summum førum kann tað gott gerast beinleiðis hættisligt, um folk, sum ferðast í haganum, ikki eru sera ansin. Hon nevnir eitt nú Rituskor í Sandvík, har skjótt kann vera hjá ókendum fólki beinleiðis at forkoma sær.

Hóast arbeitt verður við at seta skilti upp kring landið, metir hon, at tað er bráðneyðugt at fáa ávís støð í oynni merkt upp. Og tí mugu kommunalu myndugleikarnir í oynni taka ábyrgdina av.

Viljin er til staðar. Hugskotini eru mong. Og hóast nógv manglar, er væl fingið burtur úr kortini, letur Jonny Dimon at.

Faldarar eru gjørdir og latnir út. Samstarv er við ferðavinnufeløg sum eitt nú Flogfelag Føroya, Toru Turist og Smyril Line.

Og tað hevur givið úrslit, at lýst verður. Fyrispurningar koma alla tíðina, og fólk eru byrjað at koma aðrastaðni frá. Eitt nú hollendingar og írar hava vitjað í Suðuroy, sigur Jonny Dimon.

Og tað er bara at koma. Gistingarmøguleikarnir eru eisini í oynni. Bæði hotel og aðrir møguleikar.