Suðuroyingar eiga at virka fyri tunli um Skopunarfjørð

Tað gagnar bæði sandoyingum og suðuroyingum, og eftir fáum árum er tað bíligari enn at byggja eitt nýtt suðuroyarskip

 

Jón Rasmussen

???????????????????????


Tað gagnar bæði sandoyingum og suðuroyingum, og eftir fáum árum er tað bíligari enn at byggja eitt nýtt suðuroyarskip.

Fyri suðuroyingar er vandin við at fáa ein fínan, stóran nýggjan Smyril, at títtleikin verður læstur fastur, ella minkar, og at møguleikarnir fyri at knýta Suðuroynna tættari at restina av Føroyum trúliga verða útsettir 20-30 ár.

Tað er ógvuliga sannlíkt at undirsjóvartunnil til Sandoynna, saman við ferjusambandi imillum Sand og Hvalba, kostar tað sama sum ætlanin at byggja nýggjan Smyril og raksturin av honum í einum 20-ára skeiði.

Nýggi Smyril gevur samband 8 til 12 ferðir um vikuna og eina ferðatíð upp á 1 tíma og 45 minuttir.

Ein undirsjóvartunnil og hóskandi ferja ímillum Hvalba og Sand, gevur samband 3 til 4 ferðir dagliga og eina ferðatíð upp á knapt 2 tímar fyri rutuferðandi og gott hálvanannan tíma fyri koyrandi í privatbili.

Út frá hesum fyribilsmetingum vil eg mæla til, at undirsjóvartunnil um Skopunarfjørð og ferja ímillum Sand og Hvalba, verður kannað.

Hevði fáar møguleikar

Landsstýrið hevur bert havt fáar møguleikar at velja millum - tað hevur verið tosað um luksuskatamataran og hinvegin hevur verið tosa um ferjusamband um Sandoynna.

Ein katamaranferja er sera kostnaðarmikil og tí er hesin møguleikin tíðliga sáldaður frá.

Ferjusamband um Sandoynna krevur minni íløgur enn beinleiðis samband. Títtleikin kann verða væl hægri - nátúrliga 21 ferðir um vikuna í mun til 12-13 ferðir, sum nú er. Rakstrarkostnaðurin vil verða lægri, men tá ið inntøkurnar, orsakað av bíligari ferðaseðlum, eisini verða lægri, verður rakstrarúrslitið nærum tað sama. Samlaða ferðatíðin er nakað hægri, men orsakað av tí økta títtleikanum, hevur hetta ongan týdning.

Hinvegin hevur tað stóran týdning, at fyri ferðandi ímillum Tórshavn og Suðuroynna, vil sambandið um Skopunarfjørð verða ein fløskuhálsur, sum fleiri ferðir um vikuna vil ávirka, at ferðandi úr Suðuroynni muga bíða gott tíma á Sandoynni og at fleiri ferðandi úr Tórshavn muga fara heiman meira enn tíma, áðrenn annars var neyðugt.

Natúrligt var tí fyri landsstýrið at velja at byggja nýggjan Smyril.

Sjálvur haldi eg, at nýggi Smyril er valdur ríkiliga stórur, tí eg vænti ikki, at tað verður vilja til at lata skipið sigla tær minst 14 ferðir um vikuna, sum er neyðugt, um rutusambandið skal virka mennandi fyri Suðuroynna.


Heilt týðiligt

Higartil hevur hugsanin um undirsjóvartunnil til Sandoynna og sigling til Suðuroynna, ikki verið samantvinnað.

Við at seta eina ferju, sum er eitt sindur størri enn enn Dúgvan, men eisini nakað minni enn Smyril, í sigling millum Hvalba og Sand, verður siglingartíðin ímillum ein tíma og hálvantíma. Persónbilar vilja koyra av Sandi til Tórshavn upp á umleið 30 minuttir, bussar og rutubilar vilja koyra teinin upp á umleið 45 minuttir.

Samanlagt fæst samband úr Suðuroynni til Tórshavn minst 21 ferðir um vikuna - 3-4 ferðir dagliga - samlaða rutuferðatíðin vil verða minni enn 2 tímar og ferðandi við egnum bili vilja verða frammi gott hálvanannan tíma eftir fráferð úr Suðuroynni.

Fyri mær er tað nú tí heilt týðuligt, at áðrenn nýtt suðuroyarskip verður bygt, eigur føroyska samfelagið at hugsa um kombinatiónina at byggja tunnil undir Skopunarfjørð og at skipa ferjusambandið til Suðuroynna úr Sandoynni.

Tað eigur at verða mett um samlaða kostnaðin av tunli undir Skopunarfjørð, ábótum á havnalagið á Sandi og í Hvalba, og um, hvat tað kostar at hækka tunnilin ímillum Hvalba og Tvøroyri og, hvussu stórar íløgurnar verða í hóskandi ferju at sigla ímillum Sand og Hvalba.

Mítt git er, at hesar íløgur eru umleið 700 milliónir krónur.

Hesar íløgur eiga at verða sammettar við íløgur í nýtt Suðuroyarskip, íløgur í ferjulegu í Suðuroynni, broytingar av ferjuskáa í Tórshavn og íløgur í eykaferju til Strandferðsluna - alt í alt einar 400 milliónir krónur.

Fyribils kann metast, at munur av rakstrarútreiðslunum verða umleið 30 milliónir árliga, men sjálvandi er neyðugt við meira neyvum rakstrarmetingum - metingar av rakstrarkostnaði av tunli, av sigling og av rutukoyring, og metingar av, hvussu rakstrarálítandi losynirnar verða.

Til síðst eiga at verða gjørdar nyttumetingar - cost-benefit-analysur.

Tað vil verða lutfalsliga lætt hjá landsstýrinum at fáa gjørt hesar metingar út frá verandi verkætlanum.