Suarez sendi Uruguay í finaluna

Luis Suarez var høvuðspersónurin, tá Uruguay í nátt tryggjaði sær pláss í finaluni í Copa America. Uruguay vann 2-0 á Peru, og Suarez stóð fyri báðum málunum. Tað fyrra kom aftan á átta minuttir og tað seinna tríggjar minuttir seinni.

 

Sostatt er Uruguay enn eina ferð í finaluni í Copa America, sum landið hevur vunnið 14 ferðir, fyrstu ferð í 1916.

 

Í nátt fæst at vita, um tað verður Paraguay ella Venesuela, sum skal møta Uruguay í finaluni, sum verður í Buenos Aires sunnudagin.