Suðuroy verður avbyrgd tað mesta av degnum

Tey hætta sær ikki um Suðuroyarfjørð við Herjólfi í morgin

Tað hevur verið nógvur vindur í dag og tað hevur merkt samferðsluna bæði hjá Bygdaleiðum á landi og hjá Strandferðsluni á sjónum, tí heilt nógvir túrar hava verið avlýstir. Eisini avloysarin hjá Smyrli hevur avlýst fleiri túrar í dag – men tað var ikki bara av veðrið, tí ein orsøk til avlýsingarnar vóru, at stabilisatorarnir virka ikki.

 

Tað verður eisini nógvur vindur í morgun av útbyrðingi við hvirlum upp á 25-28 metrar um sekundið. Og Strandferðslan hevur longu nú tikið støðu til, at Herjólfur fer ikki í sigling í morgin.

 

Bjargingin hjá Suðuroyingum verður, at Smyril er á veg til Føroya eftir at hann hevur verið á skipasmiðju í Danmark í ein mánað til eftirlit. Men eisini hjá teimum er ferðin tarnað av veðrið, so tað gongur ikki heilt so skjótt, sum tað kundi gingið. Men tað vistu tey av tá ið tey loystu frá landi í gjár og nú hava tey siglt framvið Hetlandi. Gongst sum ætlað verður Smyril á Krambatanga seint fyrrapartin í morgin og ætlanin var so at hann skuldi fara undir rutusigling í annaðkvøld, tá ið fyrsti túrurin skuldi vera av Krambatanga klokkan 18.45 í annaðkvøld.

 

Eftir ferðaætlanini flýgur tyrlan ein túr í morgin ímillum Suðuroy og meginøkið fyrrapartin í morgin, men spurningurin er um tað verða líkindi til tað í morgin

 

Men alt er eitt sindur óvist í løtuni, so tað verður ikki fyrrenn í morgin, at støða verður tikin til, hvussu verður við siglingini hjá Smyrli í morgin. Annars verður boðað frá, at avlýsingar og broytingar er eisini væntandi aðrasraðni í morgin. Eitt nú eru broytingar væntandi í siglingini upp á Nólsoynna fyrrapartin í morgin. Og í Kalsoynni verða túrar hj´sa Bygdaleiðum tíðliga um morgunin, eisini avlýstir.