Suðuroyar Sparikassi stuðlar flogbóltinum

Flogbóltssamband Føroya og Suðuroyar Sparikassi hava gjørt eina stuðulsavtalu, har Suðuroyar Sparikassi næstu árini verður ein av høvuðsstuðlunum av føroyum A- og ungdómslandsliðunum.

A-landsliðini hjá kvinnum og monnum eru júst liðug við teirra Silver League kappingar. Í hesum kappingum varð leikt við Suðuroyar Sparikassa á ermunum. Hetta er eitt úrslit av, at Jóhan Vest, stjóri í FBF og Rúni Heðinson, kundastjóri í Suðuroyar Sparikassa, hava undirskrivað eina avtalu um, at Suðuroyar Sparikassi næstu árini verður ein av høvuðsstuðlunum hjá føroyskum landsliðsflogbólti. 

 

Avtalan fevnir um øll landsliðini hjá FBF.

 

Hetta er kærkomið fyri FBF, tí landsliðsarbeiðið er sera umfatandi og hartil kostnaðarmikið, sigur stjórin í FBF, Jóhan Vest.