Suðuroyggin og Sandoyggin eru nógv harðast rakt

Og nú er støðan í Suðuroynni versnað upp aftur meiri

-------------------------------------------------------------------------------------------Tann seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvir arbeiðsloysi í Føroyum vísir, at arbeiðsloysið er 0,7 prosent. Men uppgerðin vísir eisini, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu tey ymsu økini í landinum eru rakt. Uppgerðin vísir, at í Eysturoynni er arbeiðsloysið lægst, tí har er tað bara 0,3 prosent. Í Vágum og í Norðstreymoy er tað bara 0,4 prosent og í Norðoyggjum er tað 0,5 prosent.

 

Í Havnini er arbeiðsloysið 0,8 prosent. Men so eru tað tvey øki í landinum, sum loypa í eyguni, tí tey økini, sum eru harðast rakt eru Sandoyggin og Suðuroyggin. Í Sandoynni er arbeiðsloysið 1,3 prosent og í Suðuroy er tað 1,7 prosent. So hóast tølini eru lág, vísir myndin, at tað er tann syðri parturin í landinum, sum er ringast fyri. Sí talvuna niðan fyri.

 

##med2##

 

Uppgerðin varð gjørd í oktober, men síðani er støðan í Suðuroy versnað upp aftur meir, tí nú er einki arbeiðið hjá Bakkafrost í Vági, og har hava sostatt eini 40-50 fólk afturat mist arbeiðið og eru farin í Als.