Sumba illa fyri

Næstseinasta vónin hjá sumbingum brast eftir einans 24 sekundum, tá teir sunnudagin vitjaðu í Runavík

NSÍ-Sumba 6-1 (2-0)


Sumba kom til Runavíkar við góðum vónum, men umframt vónirnar, høvdu teir nærum eitt krav um stig hangandi oman yvir sær, longu áðrenn dysturin var byrjaður.

Á niðasta sessinum við einum stigi upp til bjargingina, var sjálvandi alneyðugt hjá sumbingum at fáa stig burturúr, men tað var skjótt, at tankarnir fóru at sveima á lægri støði.


Við buldur og brak

Tað tók nevnliga runavíkingunum einans 24 sekund, so var bólturin í netinum fyri fyrstu ferð. Hetta hendi eftir at Sumba (!) hevði givið bóltin upp. Gert Langgaard vann bóltin i høgru, og tá hann sendi innfyri, kom Dánjal Hansen rennandi og langaði bóltin í netið.

Tað kann annars nevnast í hesum sambandi, at tað júst var móti Sumba, at Dánjal av fyrstan tíð varð marknaðarførdur sum áleypari í fremstu deildini. Í tí dystinum gjørdi hann ikki færri enn fýra mál.

Næsta málið bíðaði heldur ikki leingi, tí seks minuttir seinni lá bólturin aftur í sumbiarmálinum. Sjúrður Jacobsen sendi ein bólt inn í brotsteiginum, og har kundi Ian Højgaard sera hegnisliga leggja bóltin í meskarnar við høvdinum.

Ikki meira enn byrjaðir máttu sumbingar sostatt ásanna, at her var tap í hendi. Fram til klokkan rundaði hálva tíman kundu runavíkingar eisini havt økt væl meira um leiðsluna, men hvørki Christian Høgni Jacobsen ella Eddie Mikkelsen vóru nóg neyvir.

Móti endanum av hálvleikinum var eisini um reppið, at sumbingar fingu minkað um munin. Serliga var tað í deyðbóltsstøðum, at teir vóru vandamiklir, og ta einu ferðina small eitt skot upp undir tvørstongina og út aftur í spæl. Sumbingar vildu vera við, at bólturin støkk niður innanvert málstrikuna, men mál varð so ikki dømt.


Sama søgan

Runavíkingar byrjaðu seinna hálvleik á sama hátt sum fyrra.

Jónsvein Petersen var í hálvleikinum settur á vøllin fyri Eddie Mikkelsen, og fyrstu ferð hann nam við bóltin, spurdist mál burturúr.

Nakað seinni varð Jónstein aftur upp á spæl, ta Ian Højgaard stakk bóltin inn um til kvika miðvallaran.

Eftir at hava misnýtt fleiri góð tilboð, slapp Christian Høgni endiliga á máltalvuna, tá hann slapp púra leysur móti málverjanum.

Seinasta málið átti Christian Høgni eisini við húð og hár. Sonni L. Petersen slapp ígjøgnum høgrumegin. Hann sendi bóltin flatt inn til Christian Høgna, sum fintaði eitt skot, og fleiri sumbingar tveittu seg í roydnini at verja fyri. Ístaðin fyri at skjóta, spældi Christian Høgni bóltin snildisliga víðari við hælinum, og ótarnaður kundi Ian Højgaard seta bóltin í netið.

Seinastu løtuna tóku runavíkingar sær av løttum, og sumbingar kundu eisini minka um munin, tá Bibi at kalla ótarnaður kundi renna ígjøgnum verjuna, áðrenn hann sendi framvið málverjanum.


Vónin um endurtøku

Við ósigrinum eru sumbingar í at kalla somu støðu, sum teir vóru í fyri einum ári síðani.

Tað ferðina megnaði Sumba í seinastu sekundunum av kappingarárinum at tryggja tilveruna, tá teir á Eiðinum í Vági skoraðu sigursmálið móti VB.

Hesu ferð veður tað HB, sum er mótstøðuliðið, og megna sumbingar at gera ein seinasta vørr, er als ikki óhugsandi, at størsti fagnaðurin fyri hetta kemur av Eiðinum, har tey helst eru farin í holt við at gera klárt til gullveitslu.


heimildarfrásøgn


NSÍ-Sumba 6-1 (2-0)

1-0: Dánial Hansen 1

2-0: Ian Højgaard 7

3-0: Jónstein Petersen 46

4-0: Jónstein Petersen 63

5-0: Christian Høgni Jacobsen 65

6-0: Ian Højgaard 70

6-1: Spasojé Biberdzic 76


Dómari: Suni Johansen (SÍF)


NSÍ:

Rúni Joensen ? Kári Hansen, Arnfinn Langgaard, Djóni N. Joensen, Sjúrður Jaobsen ? Gert Langgaard, Brynjálvur Nielsen, Eddie Mikkelsen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen


Sumba:

Fróði Mortensen ? Bergur Vinther, Marlon Kjærbo, Nicola Biberdzic ? Hallur Dam Joensen, Jan Poulsen, Spasojé Biberdzic, Sasa Tomajék, Mortan úr Hørg ? Eirikur Joensen, Nebosje Veljkovic