2. deild
Sumba er oddalið í 2. deild, nú tríggir dystir eru leiktir. B36 tók mánadagin móti Sumba á heimavølli, og endin var, at sumbingar fóru við øllum stigunum.
Tað var tó B36, sum legði harðari út og hevði eisini tann fyrsta málmøguleikan. Ein langur bóltur varð sendur inn í brotsteigin, har ein B36-ari kom at standa rættiliga leysur. Hann valdi tó at skjóta fyrstu ferð, og bólturin fór framvið.
B36 hevði bóltin nógv meira hesa fyrstu løtuna av dystinum, men eftir hetta kom stutt sagt einki burturúr. Sumbingar vardu væl og satsaðu uppá skjótálop.
Tað var eisini eftir eitt slíkt, at Sumba fekk tað fyrsta málið. Ein langur bóltur varð sendur fram móti brotsteiginum. Johnny Skibenæs var hægstur og snittaði hann víðari til Hall Dam Jacobsen, sum gjørdist púra leysur við málverjanum. Hann hevði góða tíð og legði Sumba framum.
Hetta var ein dyggur smeitur fyri B36, sum hevði havt leikliga yvirvág tó uttan at fáa nakað burturúr.
Sumba økir
Í seinna hálvleiki var tað aftur B36, sum skuldi leggja trýst á, meðan Sumba meira var í bíðistøðu.
Hesin taktikkur eydnaðist avbera væl, tí B36 megnaði ikki at skapa nakrar veruligar málmøguleikar eftir steðgin, men hinvegin var tað Sumba, sum økti um leiðsluna.
Aftir hesuferð var tað Johnny Skibenæs, sum var upphavsmaður til málið. Hann fekk ein bólt beint uttanfyri brotsteigin, og hann sendi stutt til Eirik Joensen, sum var leysur við málverjanum, og hann skoraði.
Samanumtikið var sigurin hjá Sumba fult uppiborin, og liðið hevur nú fult stigatal eftir tríggjar dystir. B36 hevur hinvegin fingið ein sigur, ein javnleik og eitt tap.
Sumbingar kunnu væl gerast drúgvir í ár, og oddaliðini fara óivað at hava eyguni við Sumba gjøgnum kappingina.
Móti endanum av dystinum rak dómarin tveir mans hjá B36 av vølli. Orsøkin í báðum førum var, at leikararnir vóru ov frekir í munninum móti dómaranum. Við bert níggju monnum hevði B36 ongan møguleika at koma innaftur í dystin.
B36 ? Sumba 0-2 (0-1)
0-1: Hallur Dam Joensen
0-2: Eirik Joensen