Mentamálaráðharrin Jógvan á Lakjuni letur framsýningina upp. Síðani verður tónleikur. Bólkurin Birds of Beauty við Carsten Vogel spælir og síðani syngur Dupultkvartettin í Ebenezer. Malan Marnersdóttir hevur skrivað eina bók um listamálararnar við myndum frá framsýningini.
Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum, í ár tann fimta á rað, hevur vunnið sær pláss í føroyska listaheiminum sum ein heilt serlig hending. Altíð spennandi og nýggj, við ymiskum listafólkum. Í ár hevur Norðurlandahúsið boðið 6 listamálarum at luttaka: Edward Fuglø, Astri Luihn, Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, Torbjørn Olsen, Eyðun av Reyni og Ingálvi av Reyni.
Við nýggjum verkum vísa tey spennandi og nýskapandi leiðir í list síni, ið tó altíð er eyðkend av tí serføroyska listardáminum. Sum Malan Marnersdóttir ma. skrivar í bókini, ið kemur út samstundis sum framsýningin letur upp: "Føroysk list hevur ein egnan og originalan modernistiskan dám. Í Føroyum liva fólk tætt upp at fjøllunum og sjónum, sum noyða listafólkini at taka støðu til sín, men tey viðurkenna samstundis modernistiska mál sítt. Landslagið er ofta motiv, men framsetingin er eyðkend av tí modernistiska áhuganum fyri formsnildum og kompositión, opin fyri vísindaligari og tøkniligari nýhugsan, lýsir býin og býarumhvørvið sum náttúru, menniskjaskapta náttúru."
Bókin, sum Malan hevur skrivað, hevur eina lýsing av serdrøgum hjá hesum málarum beint nú, og myndir av verkum frá framsýningini. Listafólkini eru ymisk og stremba hvørt sín veg, men felags eyðkenni eru eisini. Tað tykist sum málararnir fylgjast í bólkum á leiðini. Ella sum Malan endar tekst sín í einum slag av niðurstøðu: "Ingálvur av Reyni, Eyðun av Reyni og Torbjørn Olsen viðgera aloftast breið og umfatandi motiv. Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, Edward Fuglø og Astri Luihn savna seg um at viðgera stakmotiv og seta staklutir saman í eina sigandi heild, og seta á tann hátt viðhvørt spurnartekin við, hvat list er."
Um málararnar skrivar hon millum annað:
Ingálvur av Reyni
Ingálvur av Reyni er ein av størstu koloristunum í norðurlendskari modernismu, skrivar Finn Terman Frederiksen í bókini Rød regn. Litirnar og kynstrið at nýta teir hevur hann tamt og ment gjøgnum eitt langt og ríkt málaralív. Í myndunum sæst, hvussu reinir litir, eitt nú reytt, antin er fremst ella í bakgrundini við svørtum í forgrundini. Tað svarta er heldur ikki bara svart. Tað svarta er aloftast tónað við grønum, reyðum, bláum ella gulum.
Hesi seinnu árini hevur Ingálvur av Reyni málað vatnlitsmyndir. Í teimum síggjast eyðkendu kompositiónskynstur og litaval hansara aftur eins og spontaniteturin. Ingálvur av Reyni hevur ein týðandi leiklut í listaumhvørvinum sum slóðari og fastur miðdepil, sum yngri listafólk bæði hava til fyrimynd og stríðast fyri at slíta seg frá og finna nýggjar leiðir.
Edward Fuglø
Edward Fuglø skíggjar landsløg. Hann málar surrealistiskt-skemtiligar og speisamar málningar. Myndirnar eru altíð spískar politiskar ella kanska listapolitiskar viðmerkingar. Í staðin fyri landsløg speirekur og lítur hann at fólki - eina mest monnum - og undranarverdu gerðum teirra. Hetta var á Várframsýningini 2005 til skjals í tveimum myndum. "Krákuting" sum ímyndar ernar krákur í jakka og slipsi á pisshúsi og "Aðalting" av eini røð av svanahálsum, sum øll venda hábærsliga sama veg um eitt samráðingarborð. Hesar báðar myndirnar kennast sum dagførdar útgávur av t.d. "P/F Trøllakambur" hjá Williami Heinesen. Alt sum minnir um tað sjálvhátíðarliga og uppgjørda, kenslukroyst og sjálvkravt valdsmál eru yndisevni hjá Edward.
Torbjørn Olsen
Hjá Torbjørn eru tað mannaskaptu landsløgini í býnum og rundan um býin, sum bjóða seg fram. Ofta eru tað útsýnini frá ateljerinum, sum geva myndevnini. Litirnir hjá Torbirni Olsen eru ofta sterkir, klárir litir, reytt, blátt og grønt. Viðhvørt eru tað jarðlitirnir, sum valda, sum í portrettinum av Janusi Kamban, myndahøggara.
Torbjørn Olsen er harumframt portrettmálari. Torbjørn Olsen hevur á framúrskarandi hátt lýst eitt nú sjónleikaran Rosu á Rógvu og fyrrverandi borgarstjóran Poul Michelsen. Umframt portrett-, landslags- og býarmálari er Torbjørn Olsen eisini átrúnaðarligur málari. Altartalvan í Haldórsvíkar kirkju av seinastu kvøldmáltíðini og altartalvan í Miðvágs kirkju eru millum høvuðsverk hansara.
Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen
Seinastu málningarnir hjá Sigrun G. Niclasen venda sær frá tí reint formligu modernismuni og bera við stóra dentinum á innihald, søgu og boðskap næstan við postmodernismu.
Myndirnar hjá Sigrun fortelja søgur um samansett lív, men tað er annars upp til áskoðaran at tolka tær nærri. Hetta er eitt frálíkt, agafult framhald av tí symbolska stílinum, sum Sigrun fór í holt við fyri eini tíggju árum síðani. Tað er bara at síggja til, at myndamál hennara tykist tilætlað naivistiskt. Sigrun heldur kendar lutir upp fyri áskoðaran, sum á tann hátt fær uppgávuna at greina lívsins kompleksitet. Alt tykist sera gerandisligt, men har er altíð meira.
Eyðun av Reyni
Hjá Eyðuni av Reyni hómast landsløg aftan fyri kompositión og litir, myndir hansara eru leysar av ávísum landsløgum, tey eru íspunnin og kennast tí almenn. Tað eru ljós og ljósviðurskifti, hvussu ljós ávirkar tað sædda og tískil motivið, sum eru áhugaverd hjá listamanninum. Við koloristiskum íblástri og stórum rútmiskum rørslum eru málningarnir hjá Eyðuni av Reyni tilsipingar til havsins velduga mátt.
Sterkir spenningar eyðkenna málningarnar hjá Eyðuni av Reyni, máttmiklir litir, ljósviðurskifti og uppbygging í stórum linjum og flatum arbeiða saman og hvør móti øðrum á ein hátt, sum geva myndunum eina serliga atdráttarmegi.
Astri Luihn
Astri Luihn hevur ment eina serstaka tøkni, har stílreinur linoleumskurður við máling á linoleum og blandað tøkni á lørift saman skapa eina áhugaverda og samtíðarliga heild. Hon arbeiðir við motivum frá mentan og náttúru í estetiskum, livandi samanrenningum millum landslagslýsingar og skaldskap. Myndirnar hjá Astri Luihn eru eyðkendar av sansaligum einfeldni, sum kennist frígerandi í mun til tað annars so máttmiklu føroysku ekspressionismuna. Hon dregur áskoðaran inn í eitt spæl millum kontrastir, sum serliga tøkni hennara fær fram: Fínligar detaljur í tekningini settar upp móti evniskensluni í tilfarinum.