Seinnapartin var aftur føroyingauppgerð í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.
Landsliðsmálverjin, Rakul S. Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing tóku á heimavølli móti Súnu K. Hansen og liðfeløgunum í Skanderborg.
Tað eydnaðist Skanderborg at vinna dystin 34-28. Í steðginum var Skanderborg á odda 17-13.
Talan er um fyrstu stigini hjá Skanderborg hetta kappingarárið. Ringkøbing hevur framvegis fyrsta stigið til góðar aftaná tríggjar teir fyrstu dystirnar í kappingini.
Stephanie Andersen vardi málið hjá Ringkøbing størra partin av dystinum, men Rakul megnaði so at bjarga einum brotskasti í dag, og var noterað fyri tvær bjargingar av 12 møguligum málroyndum. Súna skoraði tvey mál og legði upp til tvey mál hjá Skanderborg.