Sundabáturin var heilt suverenur

6-mannafør menn: Páll Fangi, sum er illa raktur av koronu, datt í dag heilt úr FM stríðnum

Tað sær út til, at Sundabáturin á ólavsøku fer at taka ímóti FM steypinum.

 

Í dag vann Sundabáturin heilt sannførandi sigur á Miðvági.

 

Fram ímóti málinum vóru tað fleiri enn tríggjar bátslongdir frá Sundabátinum og aftur til næstu avbjóðararnar.

 

Smyril úr Vági, sum í fjør vann FM, átti besta startin, og Smyril var støðugt við í kappingini um næstfremsta plássið, sum hann vann.

 

Víkingur hjá Havnar Róðrarfelag var dygst aftanfyri Smyril, og Hósvíkingur var minni enn ein hálvan skut aftanfyri Víking.

 

Fýra tær fyrstu ferðirnar í ár stóð kappingin um sigurin millum Sundabátin og Páll Fanga, sum eigur ein sigur frá fyrr í ár.

 

Í dag var Páll Fangi ongantíð í nánd av at taka seg út í kappingina um sigurin.

 

Tað lá heilt illa fyri hjá teimum á 6-mannafarinum úr Klaksvík. Fleiri av teimum, sum higartil í ár hava verið við til at manna bátin, noyddust at geva avboð, tí teir vóru raktir av koronustøðuni í landinum, og avrikið var sjálvandi ikki tað sama, tá ið fleiri nýggir og ikki so vandir loystu av.

 

 

 

1Sundabáturin04:51.39700
2Smyril04:57.04600
3Víkingur04:57.19500
4Hósvikingur04:57.42400
5Hvessingur05:00.02300
6Strálan05:00.08200
7Gongurólvur05:00.28100
8Páll Fangi05:10.27000
9Romulus05:16.12000