Tað er í dag klokkan 16.30, at Birgir W. Høgnesen fer at leggja bók sína um Sundaberg fram í býráðshøllini í Klaksvík.
Í bókini umrøður høvundurin hendingina, tá skipið sakk í Ný Foundlandi í 1972, men annars fylgir hann trolaranum heilt frá bygging, til hann søkkur.
Sundaberg kom til Føroya í 1955. Tá vóru tað vestmenningar sum keyptu skipið úr Noreg og góðu trolaranum navnið Jóannes Fonsdal.
Fylgt verður við, tá vestmenningar hava trolaran, og samrøður eru við nógvar sum vóru við Jóannesi Fonsdal, og greitt verður eisini frá, tá vestmenningar missa Fonsdal.
Seinasti partur í bókini er, tá Kjølbro keypir trolaran, eins og nógvar samrøður eru við menn, sum vóru við sjálvan lagnutúrin, tá Sundaberg sakk í 1972.