Súni Olsen heldur fram í Víkingi

Víkingur boðar í kvøld frá, at Súni Olsen heldur fram í felagnum

Víkingur boðar í kvøld frá, at Súni Olsen heldur fram í felagnum sum venjari hjá besta kvinnuliðnum.

 

- Tað er við gleði at vit kunnu kunngera, at Súni Olsen, sum bleiv settur sum venjari hjá Betri kvinnum við kappingarbyrjan í ár, hevur longt sáttmálan við einum ári. Vit hava verið sera glað fyri arbeiði sum Súni hevur gjørt, og síggja fram til enn eitt kappingarár við góðum samstarvi, skrivar Víkingur á Facebook.

 

Víkingur hevur verið í samstarvið við ÍF og B68, men tók í ár fetið at verða sjálvstøðugt. Tað hevur eydnast væl og liðið endaði nummar fýra.