Sunnukvøldið sigur Sonni farvæl

Hondbóltur: Venjarin stórfegnast um sigurin í kvøld og vil ikki tosa um sína egnu støðu fyrr enn eftir dystin ímóti Russlandi

Tað fer sum eldur kring hondbóltsheimin, at føroyska manslandsliðið í kvøld hevur vunnið 27-26 ímóti Kekkia, sum er styrkismett ovast í bólkinum, og sum aftur og aftur hevur verið við í stóru endaspølunum.

Fyrr í dag boðaði Hondbóltssamband Føroya frá, at skeiðið hjá Sonni Larsen sum landsliðsvenjari og Dia Midjord sum hjálparvenjari nú er um at vera runnið. 1. juli verður tað kendi danski venjarin Peter Bredstorff Larsen, sum fer at hava ábyrgdina av liðnum.

-Tey tíðindini hava sjálvandi ávirkað meg kensluliga bæði í gjár og í dag. Men nú snýr tað seg ikki um meg, og eg havi havt fokus á fyrireikingunum til henda dystin soleiðis, sum eg altíð havi havt. Nú snýr tað seg um dreingirnar á landsliðnum, sum í kvøld hava skrivað føroyska hondbólssøgu við at vinna ímóti Kekkia. Síðsti dysturin hjá mær saman við hesum dreingjunum verður sunnukvøldið ímóti Russlandi. Tað gleði eg meg ógvuliga nógv til. Tá fara vit aftur at royna at gera okkara besta, og vit halda okkum hava møguleika ímóti Russlandi. Tá ið tann dysturin verður liðugur, kunnu vit tosa um mína støðu, sigur landsliðsvenjarin við Sjúrð Hildarson Hoydal í FM1.

-Í kvøld fara vit at hvíla, í morgin fara vit at venja og fyrireika okkum, og eg vóni, at høllin verður heilt full sunnudagin, tá ið mótstøðuliðið verður Russland, sigur Sonni Larsen, sum sunnudagin verður landsliðsvenjari fyri síðstu ferð – í hesum umfarinum.

Í kvøld eydnaðist tað liðnum hjá Sonni Larsen at vinna. Seinastu ferðirnar hevur tað aftur og aftur riðið um snarið, og so er tað koppa mótstøðuliðnum til fyrimunar.

Í kvøld gekk alt upp í eina hægri eind. Føroysku spælararnir hava ofta misnýtt brotskøst. Í kvøld tiltuskaðu Føroyar sær trý brotskøst, sum Filip Jojic øll umsetti til mál.

Filip Jojic hevur gott mót til sunnudagin:

-Russland eigur eitt fínt lið. Men avrikið í kvøld sigur okkum, at vit eisini eiga at hava møguleika ímóti Russlandi, sigur Filip Jojic.