Tað er neyðugt at seta eina matarskipan í verk fyri øll børn sum ganga í skúla, ella í dagsstovni í Havn, har tey fáa heilsugóðan mat hvønn dag.
Tað heldur Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn. Og hann sigur, at hetta verða næsta mál, hann fer at leggja fyri Tórshavnar Býráð.
Hann sigur, at hann, sum bæði er foreldur og námsfrøðingur, hevur mangan hugsað, at tørvur er á einari matarskipan, sum stimbrar børnini í dagstovnunum og skúlunum í Tórshavnar kommunu.
- Ein heilsugóð matarskipan ger, at børnini læra og trívast betri og ein slík skipan ger tað eisini lættari hjá foreldrunum, sum við einum rokmiklum gerandisdegi, mangan mugu hava kensluna av, at hugflogið til ein góðan matpakkan er avmarkað.
Bogi Andreasen sigur, at hann hevur skipað fyri eini spurnarkanning í Havnini, har Spyr hevur spurt eini 70 foreldur við børnum á ansingarstovni, um teirra hugsan.
- Ein greiður meiriluti av hesum, ella næstan 70 prosent av foreldrum vilja eru sinnað at gjalda fyri eina heilsugóða matarskipan. Og tey eru eisini sinnað at gjalda fyri matarskipanina, hóast sjálvt ansingargjaldið ikki lækkar, sigur Bogi Andreasen.
Hann sigur, at hóast tað ikki eru so nógv, sum eru spurd, er støðan greið, og tað er, at ein stórur meiriluti av foreldrumum vilja hava eina matarskipan.
Men Bogi Andreasen leggur dent á, at hetta skal vera ein matarskipan, sum øll børn kunnu vera við í, og tað merkir, at hon skal vera ókeypis fyri foreldrini.
Hann vísir á, at politikarar eru farnir at tosa um at avtaka ansingargjøldini í kommununi, so at tað verður ókeypis fyri foreldrini at hava børn í ansing.
Bogi Andreasen heldur, at tað er eitt nógv betri hugskot at varðveita eitt ávíst gjald, men so at hava eina ókeypis matarskipan uppi í.