Sunrid og Annika í Smiðjuni

Tvær skapandi kvinnur fara at sýna grafisku verk síni fram í Smiðjuni í Lítluvík í kom­andi viku.

Tær báðar, Sunrid í Gong og Ann­ika A. Gregoriussen, hava báð­ar roynt seg við ym­iskum kre­a­tiv­um mál­bún­um áður. Sunrid við foto og gra­fikki og Annika við akryl, tussj og grafikki.

Men hes­aferð sleppa við at síggja grafisku verk­ini, sum tær báðar hava fram­leitt seinastu mánaðirnar. Hó­ast yms­ar av lyndi og tí eis­ini í stíli, hava tær tað eks­per­i­menterandi og­ fem­in­i­na í felag.

Annika A. Gregoriussen er fødd og bú­si­t­andi í Havn. Hon hevur áð­ur sýnt fram á Vár­fram­sýn­ing­ini, Ólav­søku­fram­sýn­ing­ini og­ í Smiðj­uni í Lítluvík.

Sunid í Gong er fødd í Havn og hvar hon eis­ini býr. Sunrid hevur eis­ini áður sýnt fram á Vár­fram­sýn­ing­ini, Smiðjuni í Lítlu­vík, blómu­handl­i­num Orkis og í býráðssalinum í Salta­ng­ar­á.

Fernisering verður hós­dag­in 26. mai kl. 17 í Smiðj­uni í Lítluvík. Framsýningin er opin til og við týsdagin 31. mai 2011. Opið er ger­and­is­dagar kl. 12-18 og í viku­skift­i­num kl. 12-16.