Super-hundur í álopinum á Osama

Ein servandur hundur í skottryggum vesti og við serútgerð fyri fleiri tíggju túsund dollarar var við í álopinum á Osama bin Laden. Tað vóru 25 servandir hermenn frá US Navy Seal´s sum úr tyrlum tóku seg niður yvir húsini hjá Osama bin Laden í Pakistan. Millum hermenninar var ein servandur hundur.

Í Hvítu húsunum í USA verður váttað, at ein hundur var millum hermenninar, men keldur vilja einki siga um leiklutin hjá tí fýrbeinta.

- Hundurin er vandur til at leita í bygningum eftir fólki, sum royna at krógva seg. Hundurin kann leypa út í fallskýggja, bundin fastur til bringuna á einum hermanni.

Tað sigur ein fyrrverandi hundavenjari í amerikansku verjuni við blaðið, The Daily.

Amerikanska verjan vil ikki fara út í smálutir, hvørki um hermenninar, ei heldur um hundin, sum var við í álopinum á húsini hjá Osama bin Laden.

- Eg kann einki siga um hundin, sigur Gerry Proctor, ið er talsmaður fyri Lackland Air Force Bace, sum venur hundarnar fyri amerikanska herin.