Súrur stigamissur hjá Noreg

Ein vánaligur fyrri hálvleikur gjørdist norðmonnum dýrur í dystinum ímóti Makedonia

Tað lá til høgru hond hjá norska manslandsliðnum í hondbólti at vinna seg uppá átta stig í EM millumbólki 1, tá teir fyrr í dag møtti Makedonia, sum einki stig hevði áðrenn dystin í dag.

 

Makedonia kann fegnast um at hava fingið eitt stig ímóti Noregi í dag, meðan norðmenn samstundis kunnu iðra seg um, at ein avgerandi fyrimunur á stigatalvuni bleiv blakaður burtur, tá norðmenn bert fingu javnleik 31-31 ímóti Makedonia. Kiril Lazarov var í góðum formi í dag, tá Makedonia gav Noreg ein skarpan gang. Makedonski stórskjúttin skeyt heili 11 mál, og gjørdi sítt til, at Noreg hevði stórar trupuleikar at knógva makedonum.

 

Í fyrra hálvleiki var Makedonia á sigurskós, og tá liðini fóru til steðgin var Makedonia á odda 17-13. Tað eydnaðist Noreg at stríða seg innaftur í dystin, og Espen Christensen í málinum fekk betra um bjargingarprosentini. Tá fimm minuttir vóru eftir var støðan javnleikur 30-30, men tað eydnaðist ikki Noreg at fáa ein týdningarmiklan sigur heim.

 

Norðmenn eru nú trýstir av Póllandi, sum í kvøld vann 32-27 (19-13) á Hvítarusslandi. Póllendingar eru bert eitt stig aftanfyri Noreg, og vinnur Pólland á Kroatia, og Noreg tapir ímóti Fraklandi mikudagin, so endar Noreg á triðja plássi, og kemur ikki í hálvfinaluna. Norðmenn eru greiðir yvir, at tað verður torført at fáa úrtøku ímóti Fraklandi, men í samrøðu við VG siga norsku spælararnir, at tað er ikki ógjørligt at vinna á verandi evropameistarunum, Fraklandi.

 

Støðan í EM millumbólki 1 :

 

1Noreg4310124:1177
2Pólland4301115:1056
3Frakland4301121:1016
4Kroatia4202116:1114
5Makedonia4013101:1191
6Hvítarussland400498:1220

 

Dystarskráin mikudagin :

 

27.01 15:00Makedonia:Hvítarussland
27.01 17:15Frakland:Noreg
27.01 19:30Pólland:Kroatia