Suzuki Vitara S-Hybrid - meira streym upp á liturin

Skipanin skiftir sjálvvirkandi ímillum at koyra við el, bensini ella báðum. Undir koyring er løðingin av battarínum eisini sjálvvirkandi.

 

Í nýggjastu útgávuni av Suzuki Vitara skiftir bilurin púrasta sjálvvirkandi ímillum bensin og el.

 

Suzuki Vitara S-Hybrid er útgjørdur við einum nýggjum sjálvløðandi hybridmotori, t.v.s. einum bensinmotori saman við einum máttmiklum elmotori og nýggjum hybrid-batteríi. 

 

Skipanin skiftir sjálvvirkandi ímillum at koyra við el, bensini ella báðum. Undir koyring er løðingin av battarínum eisini sjálvvirkandi.

 

Motorurin er ein 1,5 Dualjet bensin við 102 HK og 140V sjálvløðandi hybridskipan. Sjálvur elmotorurin er upp á 33 hk/60 Nm.

 

Elmotorurin er nóg stórur til at koyra upp til 80 km/t, eins og hann gevur eyka kreftir til eitt nú yvirhálingar.   

 

Vitara S-Hybrid koyrir upp til 18,9 km/l við blandaðari koyring, og við lágari ferð klárar hann heilt upp til 21,3 km/l, tá bilurin sum oftast koyrir við elmotorinum.

 

Alt hetta ger Suzuki Vitara S-Hybrid til ein sera reinan og orkusparandi bil.