Svarti oktober grør

Tey ymsu dagsins mál krevja dagliga sítt, og tá er skjótt at missa sambandi aftureftir. Nógv mál, sum liggja frammaliga nú, ganga aftur til 6. okt. 1992 og tíðina aftaná.

Danskir politikkarir og fjølmiðlafólk viðgjørdu Føroyar dagliga. Enntá útlendskir serfrøðingar vóru sendir higar at siga okkum, hvat vit skuldu gera.

Danskir serfrøðingar høvdu eisini nógv uppá hjarta. Allir hesir serfrøðingar visti ráðini, meðan flestu føroyingar tóktist ráðaleysir, men lív og stríðsvilji var eisini at hóma hjá fleiri. Sum skotin Montgomery segði í Sahara: »We will never surrender«.

Men vit mugu ikki gloyma, at tey størstu og mest tíðandi dagsins mál fara langt aftur um 6. okt. tey hoyra allari øldini til.

Onkur heldur, serliga leiðarin í sambands-flokkinum og javnaðarflokkinum, at hesi mál eru tikin fram aftur til stuttleika. Leiðarin fyri javnaðarflokkin sigur upp í saman, at tað er persónlig forfeingiligheit at vilja fáa Merkinum altjóða viðurkenning, so tað kann veitra millum hini merkini á ST borgini. Tosið um frælsið verður svarað við: »Arbeit macht frei«, sum nazistarnir skammuliga misbrúkti í týningarlegunum.

At vit vilja hava málið viðurkent sum tjóðarmál er bara møsn.

Tað føroyska málið, sjálvstýrisrørslan og Merkið eru saman við stríðnum fyri sosialari rættvísi høvuðsmálini í allari farni øldini.

Tann demokratiska tilvitanin hoyrir eisini saman við farnu øld, men fult demokrati er ikki her fyrr enn vit hava, í hvussu so er fullveldi, helst republik.

Fyri Kristi føðing funnu grikkar upp á demokratiið, og teir sóu tíðliga vansarnar, sum kundu vera við tí. Eitt teir serliga ávaraðu ímóti var, at politikkarnir bara tosaðu fólki eftir munni, ella at teir snaraðu tí sagda á hjá mótstøðumanninum, misskiltu evnið við vilja.

Satt demokrati kravdi høgan politiskan moral, og síðst, en ikki minst, at avgerðirnar vóru tiknar, tí tær tæntu samfelagnum best. Fleiri dømir eru um, at griskir politikkarir fyri egnan vinnings skuld tosaðu til frama fyri onnur fólk, men lótust sum um teir gjørdu tað fyri at tæna sínum fólki. Søgunar dómur yvir hesi fólk er ikki mildur, tað var samtíðir dómurin nú heldur ikki.

Formaðurin í fólkaflokkinum, sum eisini er fólkatingsmaður, hevur sagt, at tað sjálvandi var løgið fyri hann at krevja eina skipan, sum kappaði greinina, hann sjálvur sat á.

Hann viðgekk hesa tvístøðu, men sami flokkur eigur løgmann og onnur, sum kunnu mynda tjakinum fyri føroyskum fullveldi. At so sami maður viðhvørt roynir at finna sær løgir, so ella so, at leggja fót fyri fullveldis ætlanunum, fær teg at spyrja, um hann ger tað fyri at tæna egnum áhugamálum ella samfelagsins.

Formaðurin í javnaðarflokkinum er í einari sera óhepnari støðu. Hann skal ikki bara tæna tveimum harrum heldur trimum: Løgtinginum, Fólkatinginum og so er hann eisini sjálvur grundarsteinurin, sum danska stjórnin byggir á.

Her heima er hann so gott sum einsamallur at mynda flokkin (soleiðis hevur tað altíð verið í flokkinum). Hvat so enn danska stjórnin sigur ella ger viðvíkjandi Føroyum, er hann altíð í parti við teimum. Herfyri spurdi Per Højgård hann í Útvarpinum, um ikki okkurt var at finnast at í danska politikkinum mótvegis Føroyum, men hann svaraði ikki, og Per spurdi ikki uppaftur, tó sami tíðindamaður plagdi spyrja og spyrja upp í saman.

Tá ið tú undrast um hesa ótrúligu semju millum danska og føroyska javnaðarflokkin, fært tú tað fjákuta svarið: »Tað er okkara demokratiski rættur at hava ta meiningina« ið altíð er tann sama, sum tann hjá Nyrup. Hvat svarast til tílíkt. Tosar nakar um demokratiska rætt Haiders í Eysturríki til at hava sínar politisku meiningar t.d. Funnist verður at hansara politikki, og tað er tað, sum hevur verið gjørt viðvíkjandi javnaðarflokkinum. Men hetta neyðarsliga og hjálparsleysa svarið sigur ógvuliga nógv um, hvussu burtur av allari leið javnaðarflokkurin er dreivaður.

Javnaðarflokkurin hevur havt siðvenju at sita í fólkatinginum og stemma tað sama sum danski javnaðarflokkurin, men støðan er broytt. Nú er tað dagligur kostur, at donsk og føroysk áhugamál standa móti hvørjum øðrum. Tú noyðist at velja síðu, og tað ger, at javnaðarflokkurin hvørja ferð er fyri donskum áhugamálum og móti føroyskum. Skilja javnaðarfólk veruliga ikki tann vandasjógv flokkurin er komin í? Ella er har fullkomið einaræði. Sum danir siga: »Kæft trit og retning«. At formaðurin í javnaðarflokkinum t.d. altíð brúkar orðið loysing ístaðin fyri fullveldi er hvønndagskostur.

Við vilja at misskilja mótstøðupartin og so látast sum um tað var tað hann segði, er sera vanligt í politikki, men fyri tí eins skaðiligt fyri demokratiið.

Tað er nú ikki bara í sambandi við politikkin millum Føroyar og Danmark, at javnaðarflokkurin vinglar aftan á dønum, men henda vinglan ger hann púra í ørviti.

Allir hinir javnaðarflokkarnir í hinum Norðurlondunum ikki bara aksla seg av nýggjum, onkur sigur, at teir hava lagt kósina 180 stig um, men rættast er nokk at siga, at teir royna at finna eina nýggja kós. »Stå aldrig til søs, lad de andre står/så får du stribevis af kors og bånd med mange stjerner på« havi eg fyrr sagt um javnaðarflokkin, tó tíðir broytast.

Men aftur til hin svarta dagin í oktober, tá fór aftur okkurt at kvaklast við í Føroyum. Við rygginum móti bakkatromini ella bládýpinum var bara ein vegur og farið var til gongu. Fyri hvørt árið og nú tey seinastu árini fyri hvønn mánað eru fleiri og fleiri, sum vilja hava skipaði viðurskiftir við danir og hesi fólk vera bara meiri sannført sum tíðin gongur.

Andstøðuflokkarnir látast at hava gloymt, at danir søgdu »Nu er sandhedens time kommet til Færøerne« og Nyrup legði høvdi á skák og segði alfaðirliga: Jamen er det det i ønsker, so vil vi ikke hindre jer i det. Valget er jeres.

Hvussu hevur hann so tikið móti hesum landsstýrinum, sum hevur meirilutan av fólkinum aftanfyri seg. Minst til at hesin meiriluti, tey nógvu av teimum, um tey ikki á bíbilskan hátt hava sæð ljósið ella eru umvend, eru tey vaknað og tosa nú heilt annarleiðis um politikk, ikki minst tann politikk, sum viðkemur sambandinum millum Føroyar og Danmørk.

Sum ein dani tók til »Færøsagen har samlet danskerne« eg legði afturat, tað ger hon eisini í Føroyum. Minnist tá aftur á tosið bara fyri einum ári síðani ella undan valið er tað, sum um eitt nýtt fólkaslag hevur tikið búgv í oyggjunum.

Allastaðni, kanska undantikið fundamentalistiskar kjarnuveljarar hjá javnaðarflokkinum og sambandsflokkinum, merkir tú ein arbeiðshug og lívsfýsni. Fólkatalið økist. Nógv g fólk í besta aldri flytur aftur. Nakað herfyri segði ein skilamaður mær, at eg ánaði ikki, hvussu nógv vællærd fólk, sum sótu í góðum størvum aðrastaðni, vildi koma aftur itl Føroyar. Men javnaðarflokkurin heldur áfram við at spáa fólkaflyting, tí tey skulu eitast at fáa fleiri pengar aðrastaðni. Fyrr sum nú eru pengar hóast alt ikki alt.

At samráðingarnar við danir blivu truplar var altíð væntandi. Eg plagdi at minna á, hvussu drúgvar samráðingarnar vóru hjá íslendingum bara at fáa tey íslendsku handritini til Ísland, men tú kanst aldrin siga nakað við fullari vissu frammanundan.

Tað lá har og spøkti aftan fyri alt. Júmen um nú danir skilja henda søguliga møguleika til at geva okkum somu sømdir, sum Ísland fekk í 1918. Hetta hevði verið nakað fantastiskt. Ein glógvandi hending, sum hevði sæst í øllum londum og øll Norðurlond høvdu voksið við tað. Soleiðis gera rættir norðbúgvar.

Og landsstýrið hevur nakað roynt at visa og rætta so javnaðarflokkurin kundi taka undir við áheitanini, men alt til onga nyttu. So far so good, sum bretar siga. Ikki nyttar at gráta um spilta mjólk. Vit eru komin langt. Vit standa sterk. Vit hava eina góða søk. Eitt rættvísir krav, sum altjóða samfelagið tekur undir við og virðir.

At formaðurin í javnaðarflokkinum kundi søkka so djúpt og vera so fjákutur, at hann roynir at billa fólki inn at flent verður at okkara hátt virda landsstýri. Hevur maðurin gloymt, at føroyingar fylgja væl við í altjóðatíðindum, og at netið er atkomiligt hjá nógvum føroyingum. Orðatakið »Ofta etur hundur, tað hann havnar« er longu við at ganga út.


Steinbjørn B. Jacobsen