Í Sveis eru tey ikki heilt ónøgd við HM-lutakastið, sum gav teimum ein HM-undankappingarbólk við Andorra, Lettlandi, Føroyum, Ungarn og Portugal.
Størsta blaðið í Sveis, sum nevnist "20 minuten" metir, at Portugal er favorittur, men heldur samstundis, at Sveis hevur ein góðan møguleika at fáa, ið hvussu er annað plássið, sum hevði givið Sveis rætt til tveir play off dystir ímóti einum øðrum tveyara at sleppa til HM-endaspælið, sum verður í Russlandi í 2018.
"20 minuten" heldur tó ikki, at sveisarar eiga at taka lætt uppá Føroyar, hóast Sveis á fýra sinum av fýra møguligum hevur vunnið á Føroyum. Blaðið undirstrikar, at "fótbóltsdvørgurin" (ein vanlig máliska í týskttalandi londum) skal ikki undirmetast. Blaðið undirstrikar, at Føroyar hava í tveimum dystum í verandi EM-undankapping vunnið á Grikkalandi, bæði heima og úti.
"20 minuten" hevur tó ikki somu virðing fyri Andorra. Blaðið staðfestir, at lítla fullveldisríkið, sum liggur millum Frakland og Spania er nummar 202 á FIFA-styrkislistanum, og er sostatt verri enn San Marino á styrkislistanum. Tí verður talan um tveir "pliktsigrar", tá Sveis spælir ímóti Andorra í komandi HM-undankappingini.